Harafturat kemur, at fiskiveiðieftirlitið og tilbúgvingin á sjónum er nærum eingin, nú Tjaldrið er lagt. Skuldi ein oljuvanlukka hent, kundi hetta havt álvarsamar avleiðingar fyri alt landið. Tí er bráðneyðugt, at Tjaldrið fer í sigling aftur alt fyri eitt.
Tjaldrið og Spógvin hava ikki verið partur av ósemjuni, sum hevur verið um at bólka nýggja vaktarskipið Brimil. Síðani ósemjan byrjaði er tað hent, at ein stýrimaður, sum skuldi koma umborð á Tjaldrið hósdagin 11. januar 2001, gjørdist sjúkur, so hann kundi ikki fara við. Sum vanligt er, so bað Vaktar- og Bjargingartænastan ein annan, sum var vanur at avloysa í tílíkum førum, um at koma sum avloysari.
Áðrenn avloysarin mynstraði, lýsti Skipara- og Navigatørfelagið limum sínum bann móti at taka við starvi sum avloysari við Tjaldrinum. Skipið kann ikki sigla, um tað ikki er fullmannað sambært manningarskjalinum. Úrslitið var tí, at henda blokadan av avloysarastarvinum partvíst legði skipið. Við einum stýrimanni hevur Tjaldrið við undantaksloyvi, bara havt loyvi at sigla 12 tímar hvønn dag.
8. februar 2001 hendi so tað, at hin stýrimaðurin á somu vakt á Tjaldrinum, av persónligum ávum mátti vera heima ein túr. Maðurin hevði sjálvur fingið annan av teimum stýrimonnunum á tí vaktini, sum annars skuldi í land, at fara fyri seg henda túrin. Men áðrenn túrurin byrjaði, fekk hesin forboð frá Skipara- og Navigatørfelagnum um at taka vaktina. Hin stýrimaðurin er framvegis sjúkrameldaður. Sostatt liggur skipið nú við ongum stýrimanni, tí Skipara- og Navigatørfelagið tekur sær rætt til at avgera, hvør skal umborð, og hvør ikki skal umborð, og kann Tjaldrið ikki loysa frá bryggju.
Landsstýrið metir blokaduna sum eitt álvarsligt sáttmálabrot, tí felagið hevur onga heimild at blokera størv, sum galdandi sáttmáli er fyri. Støðan er so mikið álvarsom, at Landsstýrið sær tað sum sína skyldu at fáa minsta krøvini til trygdina á sjónum í lagi aftur beinanvegin, og hevur tí biðið rættin um at leggja forboð móti blokaduni hjá Skipara- og Navigatørfelagnum.
12. februar 2001
Karsten Hansen
landsstýrismaður