Karsten Hansen sigur ósatt um skattalættan

Viðmerking frá arbeiðarafeløgunum

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur í fjølmiðlunum boðað frá, at skattalættin sum samtyktur er, í fyrstu atløgu skal hjálpa teimum við lág- og miðalinntøkum.
Hyggja vit eftir tølunum í fylgiskjølunum 1 og 2 til lógina, síggja vit, at landsstýrismaðurin ikki sigur satt, tí tað eru ikki teir skattagjaldarar, sum hava lág- og miðalinntøkur, sum fáa størsta skattalættan.
Dømini vísa hinvegin, at tey sum hava rættiliga høgar inntøkur frammanundan, fáa størsta skattalættan, sambært skattapolitikkinum hjá verandi samgongu.

Tey sum forvinna kr. 570.000,00 um árið fáa størsta skattalættan
Taka vit nøkur av dømunum úr teimum ymisku inntøkubólkunum, síggja vit, at skattalættin er býttur soleiðis millum inntøkubólkarnar:

-ársinntøka kr. 110.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 710,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 150.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 860,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 180.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 2.410,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 200.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 2.610,00 pr. ár
-ársinntøka kr. 230.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 2.910,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 250.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 3.110,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 350.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 4.110,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 400.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 4.610,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 450.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 5.110,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 500.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 5.610,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 550.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 6.110,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 570.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 6.310,00 pr. ár.
-ársinntøka kr. 580.000,00 gevur ein skattalætta sum er kr. 5.840,00 pr. ár.
Av yvirlitinum, sum Fíggjarmálaráðið sjálvt hevur gjørt, sæst, at t.d. ein vanligur ófaklærdur arbeiðari við kr. 180.000,00 í ársinntøku, fær ein skattalætta pr. ár sum er kr. 2.410,00. Hinvegin fær ein skattgjaldari, sum frammanundan forvinnur kr. 570.000,00 pr. ár, ein skattalætta, sum er heilar kr. 6.310,00 pr. ár.

Skattalættin munar lítið hjá teimum lágløntu
Hóast landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur roynt at brúka skattalættan sum grundgeving fyri áheitan sínari, um at fakfeløgini halda aftur við lønarkrøvunum, so vísa tølini, at tað ikki er tann vanligi ófaklærdi arbeiðarin, sum fær størstu sparingina, og tí er tað ein háðan ímóti fakfeløgunum hjá teimum ófaklærdu, at fíggjarmálaráðharrain soleiðis roynir at mæla fakfeløgunum at halda aftur við lønarkrøvum sínum.
Hetta ger landsstýrismaðurin, samstundis sum hann gevur teimum, sum frammanundan forvinna umleið 3,5 ferðir eina arbeiðaraløn, hægsta skattalættan.
Landsstýrismaðurin átti at skilt, at slíkur skattalætti ikki kann ávirka tey krøv, sum fakfeløgini seta fram um hækking í tímalønini, tí landsstýrismaðurin hevur við skattalætta sínum víst, at tað ikki er vanligi tímalønti arbeiðarin hann hugsar um, men hinvegin teir borgara, sum frammanundan hava tær hægstu inntøkurnar.

Føroya Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag,
Klaksvíkar arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag