Karsten Hansen: Vit kunnu ikki betala meir

- Landskassin hevur longu betalt 25 milliónir fyri at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burturúr skuldini. Og tað kemur ikki uppá tal, at vit fara at betala endurgjaldskrøv eisini

Tær kommunurnar í Føroyum, sum skylda mest, skulu ikki vænta sær meiri hjálp úr Landskassanum.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað kann ikki koma uppá tal at landskassin fer at betala meiri fyri at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burturúr skuldini.

Annars skilst á grein aðrastaðni í blaðnum, at tað hevur tað verið uppá tal at royna at fáa landskassan at hjálpa til eitt sindur afturat fyri at fáa tær mest skuldarbundnu kommunurnar upp á føtur aftur.

Løgtingið hevur samtykt, at sanera tær ringast staddu kommunurnar við peningi úr Kommunala Veðhaldsgrunninum.

Men stýrið fyri grunnin er nú komin til ta niðurstøðu, at lógin er so ógreið, at heimildirnar at betala út eftir honum eru ivasamar.

Tí skuldi fundur vera við løgmann um landskassin er sinnaður at átaka sær møgulig endurgjaldskrøv frá kommunum, sum ikki góðtaka, at peningur verður brúktur úr veðhaldsgrunninum til at sanera kommunur fyri.


Kemur ikki upp á tal

Men Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at landskassin fer at átaka sær møgulig endurgjaldskrøv.

-Landskassin hevur goldið 25 milliónir til at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burtur úr skuldini. Og vit fara ikki at at betala meiri til tað endamálið, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Hann sigur, at tað eru ikki meiri enn tvey ár síðani, at kommunurnar vóru sinnaðar at brúka allan veðhaldasgrunnin til at hjálpa teimum ringast støddu kommununum.

-Men nú tykist sum um samhaldsfestið er viknað, sigur hann. Fyri at fáa eina loysn á málinum legði landskassin 25 milliónir á borðið. Og tað ber ikki til at tosa um, at landskassin skal blandast meiri uppí hetta málið.

Hann sigur, at tað ber heldur ikki til hjá landskassanum at lova at betala møgulig endurgjaldskrøv.

- Gera vit tað, er tað tað sama sum at biðja um endurgjaldskrøv, sigur hann.

Hann sigur, at eisini lógfrøðiliga er tað ikki sum at siga tað, tí so skal peningur útvegast til endamálið og tað kann bara løgtingið gera.