- Karsten hoyrir heima í Miðflokkinum

- Nú hava vit funnið mannin, sum vit trúgva fer at savna nógvar atkvøður til okkum í Norðoyggjum, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Jenis av Rana fegnaðist fríggjamorgunin stórliga um, at Karsten Hansen var komin upp í flokkin.

- Eg og Karsten hava altíð klárað væl upp. Tað hevur ikki verið tað stóra av ósemjum millum okkum. Avgerðina, sum hann tók aftaná 266b, havi eg stóra virðing fyri, og eg haldi, at tann avgerðin prógvar, hvar Karsten hoyrir heima politiskt, sigur Jenis av Rana.

- Vit hava roynt at funnið góð fólk til at umboða okkum í Norðoyggjum, og vit hava eisini fleiri góð umboð, men enn hevur tað ikki eydnast okkum at fingið eitt løgtingsumboð úr Norðoyggjum. Nú hava vit so funnið mannin, sum vit trúgva fer at savna nógvar atkvøður til Miðflokkin, sigur formaðurin fyri Miðflokkin.