? Tann, sum leggur hetta fram, hevur als onga virðing fyri okkara stýrisskipan, púra onga virðing fyri okkara tingskipan og yvirhøvur onga virðing fyri Føroya Løgtingi.
Vilhelm Johannesen, limur í fíggjarnevndini tók harðliga til orðanna á tingi í gjár.
Og tann, sum hann sipaði til, var Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Orðini fullu á løgtingi mikudagin, tá ið tingmenn viðgjørdu uppskotið frá landsstýrinum til eykafíggjarlóg fyri desember.
Tilsamans hevur landsstýrið biðið tingið um eina eykajáttan uppá góðar 30 milliónir.
Av teimum skal fiskivinnan hava 20 milliónir, harav 16 milliónir skulu brúkast nýtt vaktarskip.
Harafturat skulu góðar sjey milliónir brúkast til útbúgving og gransking, og Almanna og heilsumál skulu hava 3,9 milliónir. Allar upphæddir skulu brúkast til íløgur.
Vilhelm Johannesen sigur, at ein kann undrast á, hví tað brádliga hevur fingið slíkan skund at gera sáttmála um nýtt vaktarskip beint nú
? Ein kann somuleiðis undrast á, hví tað skal hava slíkan skund at keypa restina av einum gomlum húsi uppi við Hoyvíksvegin, eini hús, um ivaleyst blíva standandi aftaná nýggjár.
Hann vísti eisini á, at landsstýrið somuleiðis biðjur um eina eykajáttan uppá 2,5 milliónir til Klaksvíkar sjúkrahús.
? Tað er ikki meiri enn ein vika síðani, at eg skeyt upp í fíggjarnevndini at játta Klaksvíkar sjúkrahúsi 2.3 milliónir afturat á komandi fíggjarlóg, tí eg visti at tørvurin var har og at umsókn um hetta lá í landsstýrinum.
? Men tað varð sópað av borðinum.
Pyntað tøl
Vilhelm Johannesen vildi tí hava at vita, hví hesar upphæddir ikki kundu verða játtaðar á komandi fíggjarlóg, men skulu kroystast niður á eina eykafíggjarlóg fyri í ár.
? Tí teir pengarnir verða tøkir longu um 14 dagar, tann 2. januar.
Vilhelm Johannesen segði, at grundin kundi einans verða, at fíggjarlógin fyri 1999 skuldi pyntast væl og virðiliga.
? Tí tóku vit hesi tølini við, kom yvirskotið á fíggjarlógini fyri komandi ár niðurum 100 milliónir.
? Og eitt avlop uppá góðar 120 milliónir, sær nógv vakrari út á pappírinum enn eitt avlop uppá góðar 90 milliónir.
Vilhelm Johannesen sigur, at tann, sum hevur lagt hetta uppskotið fram, hevur onga virðing fyri okkara stýrisskipanarlóg, púra onga virðing fyri okkara tingskipan og yvirhøvur onga virðing fyri Føroya Løgtingi.
?Fíggjarmál verða beind í fíggjarnevndina. Og eftir tingskipanini kunnu løgtingsnevndir brúka ein mánaða uppá at viðgerða eitt mál.
Og tá ið ein mánaði er farin frá í dag, (hósdagin) eru vit komin til 17. januar.
? Og tingskipanin sigur eisini, at 2. viðgerð kann verða annan dagin eftir, at fíggjarnevndin hevur lagt álitið fram og 3. viðgerð kann í fyrsta lagi verða tríggjar dagar eftir 2. viðgerð.
? Nú eru vit komin út um 20. januar.
? Men tað tykist ikki sum um okkara háttvirda Landsstýrið hevur minstu virðing fyri tingskipanini. Tí verður hetta uppskotið ikki lagt fram fyrrenn 15. desember
Vilhelm Johannesen dróg eisini stýrisskipanina úr lummanum og har stendur einastaðni, at ?ongin útreiðsla má verða goldin uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella í aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður?.
? Nær skal tann peningur ávísast, sum er í hesi eykajáttanini? Skal hann ávísast eftir hesi lógini, sum fer úr gildið nýggjarsaftan, so kann ongin tíðarfreist hjá løgtinginum haldast.
? Ella eru hesar útreiðslurnar longu havdar, so at hetta uppskotið bara er lagt fram uppá kvamsvís?
Vilhelm Johannesen vísti eisini á, at tað stóð onga staðni, nær hendan lógin skuldi koma í gildi.
?Men í lógini um alment kunngerðarblað stendur einastaðni, at ?tá ið onki stendur tilskilað......kemur hon í gildi vikudagin eftir dagin, tá ið nummarið av Kunngerðarblaðnum, hon stendur í, er komið út?.
? Tvs, at hendan lógin kann ikki koma í gildið fyrrenn eina viku eftir, at hon er lýst í Kunngerðarblaðnum.
Nær hon kemur at standa í Kunngerðarblaðnum, veit eg ikki, men tað verður í fyrsta lagi millum jól og nýggjár.
Tvs, at tað er ómøguligt, at lógin kemur í gildið fyrrenn í 1998, hóast hon skal galda fyri 1998.
? Sostattt er hendan lógin farin úr gildið áðrenn hon kann koma í gildi.
? Sjálvandi ber tað til at fáa ein meiriluta í fíggjarnevndini at hjálpa sær, og skriva í lógina, at lógin skal koma í gildi 29. ella 30. desember.
? Men so krevst, at landsstýrismaðurin brýtur svøvn fyri at fáa brúkt peningin.
Vilhelm Johannesen lovaði annars at geva uppskotinum eina kritiska viðgerð í fíggjarnevndini.
Leysir endar
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, fegnaðist um, at Vilhelm Johannesen vildi geva uppskotinum eina kritiska viðgerð.
?Orsøkin til, at hetta er lagt fram er nevniliga tann, at undanfarna samgongu hevði leysar endar liggjandi, sum nú eru komnir undan kavi.
? Eg eg verði skuldsettur fyri onga virðing at hava, stendur fyri hansara rokning, men Vilhelm veit, at soleiðis er tað ikki.
Vilhelm Johannesen góðtók ikki, at hetta eru leysir endar frá undanfarnu samgongu, tí umsóknin frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er frá 6. november, tá hevði hendan samgongan sitið í eitt hálvt ár. Og vit hava heldur onki havt við vaktarskip at gera, segði fíggjarnevndarlimurin.