Talv
Eftir fyrstu fýra umførini tyktiskt tað ikki sum um, at Garry Kasparov fór at skúgva flestu mótstøðuna til viks. Hann hevði vunnið eitt talv, leikt tríggir javnleikir og lá tá á øðrum plássi aftanfyri Alexander Grischuk. Í tí eina javnleikinum yvirsáð Kasparov ein hampiliga lættan vinnandi leik og nógv metti tí kanska, at 41 ára gamla legendan ikki hevði nóg nógva orka at stríðast um heiður og æru á hesum sinni. Úrslitini seinastu tvey árini tala eisini fyri, at Kasparov hevur mist nakað av stjørnuglæmuni hjá sær.
Tó so, eftir varðligu byrjanina, vann Kasparov fýra talv á rað og legði seg samstundis trygt á odda innan seinastu tvey umførini. Eingin megnaði at fylgja spurtinum hjá Kasparov, sum einfalt telvaði í serklassa.
Innan tíggjunda og seinasta umfar, var kappingin um fyrsta pláss avgjørd. Nærmasti kappingarneytin hjá Kasparov, Grischuk, tapti óvæntað í níggjunda umfari ímóti Alexander Korotylev. Við javnleikinum í sama umfari móti Alexander Morozevich, hevði Kasparov hálvtannað stig niður til teir næstu í røðini, Grischuk og Alexey Dreev.
Stríðsvilji
Øll høvdu framanundan vónað at talvið millum Kasparov og Grischuk í seinasta umfari, fór at verða eitt slag av einum finalutalvið. Kappingin var tíverri longu avgjørd og eingin hevði tí kritiserað teir um ein skjótur javnleikur varð úrslitið. Men nei, báðir vildu vinna og faktiskt varð hetta talvið eitt tað drúgvasta í seinasta umfarinum. Grischuk - við hvíta fólkinum í yndisbyrjanini hjá Kasparov, Naidorfvarianturin í sisilionskum - trýsti mestapartin av talvinum. Í tíðneyðini vann hann eisini eina finnu, men Kasparov vísti góðan endatalvsteknikk og teir samdust um javnleik beint eftir tíðarneyðin var av.
20 ár á toppinum
Kasparov hevði eina avriksstyrki (performance rating) uppá 2855, sum merkir at hann vinnur sær sindur av rating fyri kappingarsigurin. Í tjúgu ár hevur hann verið ovastur á ratinglistanum og við sigrinum í Moskva heldur hann fast um hesa støðu. Indarin Viswanathan Anand (2781) er beint í hølunum og fleiri eru tey sum vænta, at indarin yvirhálar russaran í 2005.
Endaliga støðan
Garry Kasparov(2813)7,5/10
Alexander Grischuk(2704)6,0
Alexey Dreev(2698)5,5
Alexander Morozevich(2758)5,0
Alexander Motylev(2651)5,0
Peter Svidler(2735)5,0
Evgeny Bareev(2715)5,0
Alexey Korotylev(2596)4,5
Vladimir Epishin(2599)4,5
Artyom Timofeev(2611)4,5
Vitaly Tseshkovsky(2577)2,5