Kassabilar koyra kapp í Skopun í dag

Í dag verður skipað fyri kassabilakappkoyring í Skopun. Tað eru Kristvør og Eivind Kolden í Skopun, sum skipa fyri.

Í dag verður skipað fyri kassabilakappkoyring í Skopun. Tað eru Kristvør og Eivind Kolden í Skopun, sum skipa fyri.

 

Tey hava fyrr sagt, at børnini sleppa at royna seg í kassabilum, sum tey sjálvi gera, men tað er ikki forboðið at fáa onkran vaksnan at hjálp sær.

 

Tað ber eisini til at taka seg saman í lið, at upp til seks børn eru um ein kassabil.

 

Tríggir vinnarar skulu finnast, bæði tann bilurin sum koyrir skjótast, tann sum er tryggastur, og so er eisini ein heiðursløn til tann sermerktasta bilin.

 

Ætlanin er at gera hetta til ein familjudag í Skopun, har ymiskt annað eisini er á skrá.

 

Fyrireikararnir hava lagt hesa leiðbeining á Facebook:

 

- Fyri at luttaka má tú hava ein heimagjørdan kassabil uttan motor.

- Hjálm á høvdið!

- Bilurin má kunna stýra og helst bremsa

- BERT 1 førari kann verða í bilinum tá ið kappkoyringin er

- MAX: 6 persónar kunnu verða í hvørjum liðið til hvønn bil.

- Innritan til kappkoyringina byrjar kl uml: 14.30 beint eftir setanina.

- Førarin í bilinum má verða ímillum 6 ár og 12 ár

- 1 persónur úr liðnum kann koyra ferð á, tá byrja verður

Tríggir vinnarir skulu finnast:

umframt heiðursmerkir verða steyp handa.

1 ferðasteyp til vinnarin av kappkoyringini

1 steyp til "Vakrasta kassabil" (kreativasta ella stuttligasta)

1 steyp til "Tryggasta kassabil"


Fyribilsskráin sær soleiðis út:


kl: 14.00 Skrúgonga av kaiini niðan á økið við ánna


(møti fjølment børn sum vaksin v/kassabilum, fløggum)

Settanini og felagsangur

kl:14.30 Innritan av kassabilum

kl: 15.00 Kassabila kappkoyringin byrjar

kl: 14.15 Søla av mati o.a. Ungmannafelagið Samljóð stílar fyri. Anlitsmáling, popcorn og candyfloss

Ymisk stuttligt v/ánna - glupar,spannir.Gummibátar o.a

kl: 16.00 Vinnarinir verða funnir

kl: 16.00 Útkonsert v/ Malenu, Emma Randarsól, Fríðbjørg

kl:17.30 Felagskirkjuligt úti sangløta