Kassatrupulleikin er helst av

- Vit vóru so sperdir, tá ið ringast stóð til við kassum, at vit umhugsaðu at lata aftur, sigur John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya.

Fiskivinna

Sosialurin hevur gjørt nakað burtur úr kassatørvinum, sum serliga var í vár, tá ið nógvur fiskur kom uppá land, og norðhavsróðurin var í hæddini.
Í seinastu grein okkara um kassatørvin, segði Kári í Garði, stjóri á Kassamiðstøðini, at ?skal Smyril altíð verða nóg stórur, skal hann vera ógvuliga stórur?.
Og soleiðis helt hann eisini, at støðan var við kassaskipanini og tørvinum á kassum og kørum. Kári helt, at nóg mikið av kassum og kørum er í landinum.
Tá ið Sosialurin spurdi hann, um tørvurin hevði nakað við bíleggingina av kassum at gera, segði Kári, at Kassamiðstøðin fær teir kassar og kør, sum hon bíleggur.


Broytt skipan

John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at marknaðurin hevði stórar trupulleikar í vár við kassum og kørum.
- Kári avgjørdi at broyta kassaskipanina. Hann vildi hava teir smáu kassarnar út og tey lágu kørini inn. Tí steðgaði Kassamiðstøðin við at keypa tey gomlu kørini. Miðstøðin bílegði ikki tey lágu kørini fyrr enn í november, og tí gekk so long tíð at fáa kørini heim.
John veit at siga, at Kassamiðstøðin keypir kørini úr Íslandi, og tað tekur langa tíð hjá íslendingum at avgreiða so stórar bíleggingar.
- Eg haldi, at bíleggingarnar skuldu farið avstað fyrr; tá hevði trupulleikin ikki blivið so stórur, sigur hann


Sperdir

Stjórin á Fiskamarknaðinum ásannar, at tey høvdu ein veldugan trupulleika í vár, og eina tíð umhugsaði marknaðurin at lata aftur, tí næstan ómøguligt var at avgreiða skipini.
- Ákoyringarnar vóru nógvar, og Fiskamarknaðurin fekk skuldina fyri, at alt ikki
gekk, sum tað skuldi, sigur John, sum heldur, at trupulleikin nú er loystur. Trýstið er ikki so stórt longur, og hvørja viku koma nýggj kør heim úr Íslandi.
John Nielsen heldur annars, at hugskotið við kassaskipanini er gott, og torført hevði
verið at fingið eina betri skipan.