Kastað saman við arvafíggindunum

Fyri fyrstu ferð í søguni hava gomlu arvafíggindarnir Høyre og Arbeiðaraflokkurin samstarvað um at fella eina stjórn. Komandi tíðin gerst krevjandi hjá báðum flokkunum

Jógvan Hugo

Gardar, Oslo


Avgerðin um at nú var tíðin komin hjá Jens Stoltenberg, fall í januar, tá flokkurin avgjørdi, at tey skuldu atkvøða fyri einum uppskoti, saman við borgarliga flokinum Høyre, um at byggjast skulu gassorkuverk í Noregi sum økja um CO2-dálkingina við seks prosentum. Noreg hevur skrivað undir uppá at landið komandi árini skal minka um CO2-dálkingina við 23 prosentum.

Hendan undirskriftin í Kyoto-avtaluni er bindandi, og Noreg skal komandi heyst geva boð um, hvussu landið vil koma fram til eina minking uppá 23 prosent.

Við avgerðini í januar broytti Arbeiðaraflokkurin umhvørvispolitikkin hjá sær munandi, og hann er broyttur meir síðani. Frá at samarbeiða við miðflokkarnar hava teir vent sær til Høyre, og stuðla nú eini meir liberalari lóggávu, sum ikki skal seta so strang krøv til dálking.

Fráfarandi stjórnin og teir flestu eygleiðarar meina, at Arbeiðaraflokkurin hevur kastað fyri borð meginpartin av tí álitinum, sum flokkurin hevur havt á umhvørvisøkinum. Serliga var tað kúvendingin bert tímar áðrenn viðgerina av orkufrágreiðingini seinasta hósdag, sum hevur sett spurnartekin við, hvat Arbeiðaraflokkurin meinar. Tá komu boð úr løgmálaráðnum um, at dálkingarlógin mátti broytast fyri, at gassorkuverkini kundu góðkennast. Hetta fekk Stoltenberg til enn einaferð at kasta seg upp í føvningin á Høyre og skjóta upp, at dálkingarlógin skal broytast og tilpassast. Høyre og Arbeiðaraflokkurin vilja broyta lógina fyri at loyva orkuverkunum.

Arbeiðaraflokkurin og miðflokkarnir hava seinnu árini verið samdir um, at dálkingarlóggávan ikki skuldi broytast fyri at lætta um dálkingina. Sjálvur roynir Stoltenberg at siga, at lóggávan verður styrkt, men hesum boðskapinum eru tað ikki nógv sum trúgva uttan fyri Høyre og flokkin á ytsta høgravongi, Framsóknarflokkin.

Fyri fyrstu ferð í søguni hava gomlu arvafíggindarnir Høyre og Arbeiðaraflokkurin samstarvað um at fella eina stjórn. Komandi tíðin gerst krevjandi hjá báðum flokkunum.

Hjá Høyre er trupulleikin grunnleggjandi, og flokkurin hevur stórar trupulleikar við at greiða sínum veljarum frá, hví teir hava slept Arbeiðaraflokkinum til valdið aftur.