Ellivu milliónir ferðafólk hava luttikið í árligu kanningini ?World Airport Award?.
Kastrup kom á tígginda pláss í øllum heiminum, og gjørdist sostatt besta floghavn í Norðurevropa. Hetta er ikki fyrstu ferð Kastrup verður heiðrað sum ein av teimum bestu floghavnunum.
Allarbest í øllum heiminum gjørdist Hong Kong International Airport.
Kendi flogvøllurin hjá føroyingum varð stovnsettur í 1925, og hevði í fjør 21,5 mió ferðafólk, sum var ein øking uppá 9 prosent í mun til árið fyri.
Flogvøllurin hevur í dag tríggjar terminalar ? terminal 1 til innanríkis flúgving og terminal 2 og 3 til uttanríkis flúgving.