Katalansk stjórnarkreppa av

Ikki verður neyðugt við nývali í spanska landspartinum, Katalonia, nú nýggj stjórn er skipað.

Fráfarandi og komandi stjórnarleiðarin í Katalonia, Artur Mas og Carles Puigdemont (Mynd: Polfoto)

Ikki verður neyðugt við nývali í spanska landspartinum, Katalonia, nú nýggj stjórn er skipað. Vandi var fyri nývali, tí tað ikki eydnaðist setta stjórnarleiðaranum úr Junts pel Si-samgonuni, Artur Mas, at skipa katalanska stjórn.

Men nú semja er gjørd við Carles Puigdemont frá borgarliga CUP-flokkinum um, at hann skal taka við sum nýggjur stjórnarleiðari, sær út til, at sleppast kann undan nývali.

Puigdemont er borgarstjóri í Gerona, men verður í dag tikin í eið sum nýggir landspartaovasti, og síðani skal ein atkvøðugreiðsla endaliga staðfesta støðu hansara sum nýggjur stjórnarleiðari.

Henda atkvøðugreiðsla skal í seinasta lagi verða hildin í nátt og geva Carlos Puigdemont neyðugu undirtøkuna í landspartatinginum. Eydnast tað ikki, verður nýval, men einki bendir á, at tann støðan kemur upp á tal, sum nú er.

Val var í Katalonia tann 27. september, men í veruleikanum hevur eingin stjórn verið, tí ósemjan millum teir báðar vengurnar í katalanskum politikki hevur verið so stór.

Teir gomlu flokkarnir, sum allir eru ímóti, at Katalonia loysir frá restini av Spania, hava ikki megnað semju um eitt stjórnargrundarlag, og nú fæst so at síggja, hvussu tað fer at gangast, nú katalanski loysingarvongurin sleppur framat.