Katalonia: Undir tíðartrýsti at velja nýggjan leiðara

Katalanska parlamentið skal leygardagin atkvøða um Quim Torra skal vera nýggjur stjórnarleiðari í landspartinum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan, ið eisini upplýsir, at talan verður um fimtu ferð, at katalanska parlamentið skal velja ein nýggjan leiðara eftir, at spanskir myndugleikar upploystu stjórnina, ið lýsti loysing fyri sjey mánaðum síðan.


Carles Puigdemont, ið bleiv koyrdur frá sum stjórnarleiðari av sponskum myndugleikunum og nú livur í útlegd í Týsklandi, mælti hósdagin tinglimunum til at velja Quim Torra til nýggjan forseta í landspartinum.


Líkt er til, at tingið tekur undir við uppskotinum frá gamla leiðaranum, tí sambært Reuters, so hevur Roger Torrent, tingformaður, í dag boðað frá, at hann tilnevnir Quim Torra til forsetaembætið. Tað ger hann eftir, at hann hevur tosað við politisku flokkarnar.


Hóast tað eru fimm mánaðir farnir síðan katalanarar vóru í valhølunum, aftaná at sponsku myndugleikarnir útskrivaðu nýval, so hevur tað ikki eydnast at skipa eina stjórn enn, tí dómstólarnir hava vrakað øll fýra uppskotini, ið tingið hevur víst á. Grundgevingarnar hava verið, at uppskotini antin búgva uttanlands ella eru afturhildin fyri teirra leiklut í loysingarstríðnum hjá katalanum.


Nú hevur tað tó skund at velja nýggjan forseta, tí sambært sponsku vallógini, so skal ein leiðari veljast innan 22. mai annars verður nýval útskrivað.