Í kvøld, hóskvøldið 18. november, er konsert við syngjandi skaldasmiðinum Katrinu Petersen og DJ debut við nýklæktu tónleikanørdinduni Kiddo. KATRINA PETERSEN
Donsk/føroyska Katrina Petersen er væl umtóktur sangari og sangskrivari, sum hevur framført nógv her heima, síðani hon gav fløguna Colourless Day út fyri umleið einum ári síðani. Stílurin hjá henni er ein blandingur av indie-poppi og singer-songwriter. Í kvøld kl. 22.00 spælir hon í Sirkus fyri fyrstu ferð.
KIDDO
Kiddo, eisini kend sum Sunnvá Hanusardóttir Olsen, er nýggjur, spennandi DJ á marknaðinum. Hon elskar tónleik og lurtar eftir nógvum ymsum sjangrum. Hon er við uppá tað og fer at spæla alt frá elektroniskum til hip hop til meira funky rútmur; bæði peppað og chill, júst soleiðis sum eitt hóskvøld skal vera. Kiddo er á í kvøld áðrenn og aftaná Katrinu Petersen, tað vil siga frá kl. 21-22 og frá kl. 23-24.