Kaupthing gott ársúrslit

Kaupthing Føroyar hevði í fjør eitt yvirskot áljóðandi 1 mió krónur. Stjórin fegnast um gongdina

Ársroknskapur

Í ársroknskapinum fyri Kaupthin Føroyar stendur at lesa, at fyritøkan fyri árið 2001 hevði eitt yvirskot áljóðandi 1,013 mió kr. Hetta fegnast stjórin í Kaupthing, Peter Holm, eisini um. Nevndin góðkendi saman við aðalfundinum roknskapin hin 6. februar.
?Vit eru enn eitt rættiliga nýtt felag. Í londum rundanum okkum er tað vanligt, at nýstovnaði feløg hava eitt tveysifrað millióna undirskot eftir so stutta livitíð. So vit eru ógvuliga fegnir, sigur Peter Holm.
Tað var 1. mars 2001, at virksemið hjá Kaupthing Føroyar formliga fór ígongd. Tá kastaðu Føroya Sparikassi og Kaupthing Bank saman í Kaupthing Føroyar, Føroya Virðisbrævamarknaður. Frammanundan hevði Kaupthing Bank virkað í Føroyum, men roynt varð heldur at virkað eftir hesum nýggja leistinum. Virksemið hjá Kaupthing Føroyar snýr seg fyrst og fremst um virðisbrøv, t.e. keyp og søla, ráðgeving og ognarrøkt.
?Hóast serliga partabrævamarknaðirnir sum heild royndust svikaligir í 2001, var talan um ein lutfallsliga stóran vøkstur í virðisbrævaíløgum gjøgnum Kaupthing Føroyar farna árið. Við serligu umstøðunum í huga er hetta nøktandi. 31. desember 2001 umsat Kaupthing Føroyar virðisbrævaíløgur fyri viðskiftafólk fyri eitt virði á umleið 1,1 mia. kr. Størsti parturin av hesum viðisbrævaíløgum, og samstundis eisini størsti parturin av vøkstrinum í farna árinum, eru íløgur í donsk stats- og realkredittlánsbrøv, skrivar Kaupthing m.a. í ársfrágreiðingini.