Kaupthing stuðlar Helga

Í morgun skrivaðu Kaupthing og ungi telvarin Helgi Dam Ziska undir stuðulsavtalu, ið er galdandi fyri næstu tvey árini. Við nýggju avtaluni fær Helgi møguleika fyri eitt nú at fáa ein útlendskan venjara hendanvegin

Fyri fyrstu ferð í føroyskari talvsøgu hevur ein einstakur telvari fingið eina stuðulsavtalu við eina fyritøku. Talan er ikki óvæntað um 15 ára gamla Helga Dam Ziska, ið hesar seinastu mánaðirnar av álvara hevur sligið navn sítt fast í norðurlendska talvheiminum.
 
Størsta talentið í føroyskum ítrótti
Á tíðindafundi í Kaupthing bleiv stuðulsavtalan millum Helga Dam Ziska og Kaupthing undirskrivað av Peter Holm, stjóra í Kaupthing og Andrias Ziska, pápa Helga.
- Tað passar ógvuliga væl inn í politikkin hjá okkum at gera eina slíka avtalu við Helga. Vit meta, at hann er størsta talentið í føroyskum ítrótti í løtuni, og hann er ein ógvuliga miðvísur ungur maður, ið satsar upp á sína ítrótt, segði Peter Holm á tíðindafundinum.
Pápi Helga, Andrias, var ógvuliga takksamur vegna Helga, at Kaupthing hevur valt at stuðla soninum.
- Eg vil fegin takka Kaupthing fyri, at teir av sínum eintingum hava tikið hetta stig, sum er ógvuliga óvanligt. Hetta ger tað møguligt hjá Helga at røkka 2.400 stigum í rating og einum IM normi. Sjálvur hevur Helgi sett sær sum mál at gerast stórmeistari, og tað er sjálvsagt altíð gott at hava sett sær høg mál, segði Andrias Ziska.
 
Gevur møguleikar
Avtalan millum Kaupthing og Helga Dam Ziska er galdandi næstu tvey árini, og hon umfatar eina fasta upphædd, sum Kaupthing letur Helga árliga, og harafturat er onkur bonusskipan knýtt at avtaluni. Tað merkir, at røkkur Helgi ymiskum málum, gevur hetta nøkur eyka oyru í kassan hjá unga telvaranum.
Helgi Dam Ziska var eisini sjálvur ógvuliga fegin um at hava fingið eina persónliga stuðulsavtalu.
- Við hesi avtaluni havi eg nú fingið nógv størri møguleikar at fara uttanlands at taka lut í altjóða talvkappingum. Eg fari fyrsta dagin av landinum, tí eg skal til EM í Turkalandi, sum er ein ógvuliga hørð kapping, segði Helgi Dam Ziska.
Hann segði eisini, at málið hjá honum í EM-kappingini er at røkka triðja IM-norminum, men at hann ikki gerst vónbrotin, um tað ikki eydnast honum, tí talan er um sera sterka kapping við umleið 130 telvarum.
Bæði Helgi og pápi hansara fegnast um, at ein dreymur, ið nú kann gerast veruleiki við nýggju stuðulsavtaluni, er, at Helgi nú kann fáa ein útlendskan venjara at koma til Føroya at venja hann.
- Tað er sjálvsagt eitt týðandi stig í menningini, og við hesi avtaluni ber tað nú til at fáa ein útlendskan venjara til Føroya í eitt avmarkað tíðarskeið, segði Andrias Ziska.