Kavaflogbóltskapping seinnapartin

Flogbóltsfelagið Fleyr bjóðar fólki, sum hava hug at spæla Kava-flogbólt seinnapartin í dag.

 

Tað er meira sjáldan, at tað ber til at spæla beachvolley í Føroyum, so Fleyr ætlar at gagnnýta, at so nógvur kavi liggur, og bjóðar tí til kava-flogbóltskapping.

 

Fleyr hevur eina áminning til tey, sum ætla at taka lut í kavaflogbóltskappingini: - Lat teg væl í og kom og spæl flogbólt.

Minnist til at tað er ongantíð vánaligt veður, tað finnast bara vánalig klæðir.

 

Kappingin verður við Læraraskúlan/Venjingarskúlan. Talan verður um grasvøllin, sum liggur millum Føroya Fólkaháskúla og Læraraskúlan/Venjingarskúlan.

 

Tiltakið byrjar kl 15:30, og koyrir ein tíma ella so leingi, sum fólk tíma at spæla kava-flogbólt.

 

Tiltakið kostar 20 krónur pr. luttakara. Heitt kaka og bollar verða at fáa á staðnum.