Kavi legst í fannir í Danmark

- At síggja til koyra fólk tíbetur eftir umstøðunum, og vónandi fara fólk at halda fram við at gera tað, sigur vaktleiðari hjá løgregluni.

 

Danska løgreglan heitir nú á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni, og sagt verður frá jarðroki ymsastaðni í syðra parti av Jútlandi og á Fjóni. Løgreglan sigur, at kavi legst í fannum, sum eftir ongari løtu kann gerast einar 20 sentimetrar tjúkkur.

Ein av vaktleiðarunum, Halfdan Kramer, vísir á, at fólk hjá teimum, sum eru úti í ferðsluni í morgun, siga, at kavi knappliga legst, sum er millum 10 og 20 sentimetrar tjúkkur, og hetta er serliga, har eingin lívd er.

Á Fjóni sigur løgreglan eisini, at tað legst nógvur kavi um meginpartinum av økinum, men sum skilst, hava higartil ikki verið teir stóru trupulleikarnir við ferðsluni, hvørki í Suðurjútlandi ella á Fjóni.

- At síggja til koyra bilførarar tíbetur eftir umstøðunum, og vónandi halda fólk fram við at gera tað, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni á Fjóni, Milan Holck Nielsen, við heimasíðuna hjá Jydske Vestkysten í morgun.

##med2##