Bæði mána- og týsdagin kom nógvur kavi niður. Og hóast bilførarar og kanska onnur við hava hug at ilskast eitt sindur um hvíta fonnið, so eru tó onnur, sum við gleði síggja fram til dagarnar, tá grannalagið verður broytt til eitt stórt hvítt spælipláss.
Kavamenn hoyra eisini kavanum til, og nógva staðni kring landið hava bæði børn og vaksin havt úr at gera við at rulla stórar kavabóltar, sum síðani kunnu gerast til ?menn.
Kavamaðurin á myndini man helst hoyra til teir størru. Teir fýra, Brandar, Jónas, Robert og Hákun, ið allir eru 9 ár, stríddust týsdagin uppi millum Gilja. Endamálið var at gera ein kavamann, sum var somikið stórur, at hann skuldi síggjast aftur, og tað má so sigast at vera eydnast teimum.