Í nátt verður kjakið millum varaforsetavalevnini bæði, Mike Pence hjá republikanska flokkinum og Tim Kaine hjá demokratiska flokkinum.
Meðan áhugin fyri forsetakjakinum valla nakrantíð hevur verið størri enn seinasta týsdag, tá Hillary Clinton og Donald Trump brakaðu saman fyri fyrstu ferð, kann tað sama ikki sigast um kjakið, sum verður í nátt.
Tí líka so víðagitin sum forsetavalevnini eru, líka keðilig vera varaforsetavalevnini mett at vera. Meðan allir amerikanarar hava eina meining um Donald Trump og Hillary Clinton, svara næstan helvtin av teimum spurdu, at tey ikki kenna nokk til hvørki Mike Pence ella Tim Kaine til at gera sær eina meining um teir. Og altjóða áhugin fyri teimum báðum er enn minni.
Í nátt er teirra túrur at standa í glansinum av upptøkutólunum og fáa uppmerksemi, tá teir møtast til einasta sjónvarpskjakið teirra millum í valstríðnum.
Blaðið The New York Times umtalar kjakið sum tað minst spennandi í 40 ár, tí at talan er um tveir miðaldrandi hvítar menn, ið duga at stýra sær sjálvum.
Mike Pence, varaforsetavalevni hjá Donald Trump, er guvernørur í Indiana og hevur eisini verið limur í Kongressini. Hann er ein stak konservativur kristin og íðin mótstøðumaður av fríari fosturtøku og rættindunum hjá samkyndum at giftast. Hann er í nógvar mátar ein beinleiðis mótsetningur av Donald Trump. Meðan Donald Trump kann vera bráður og óstýriligur, verður Mike Pence roknaður sum sera róligur og fattur. Republikanska legan vónar, at hann kann bøta skaðan, sum Donald Trump gjørdi undir kjakinum við Hillary Clinton týsdagin.
Lítil ivi er í, at Donald Trump valdi Mike Pence fyri at tryggja sær atkvøðurnar hjá teimum konservativu kristnu, sum í stóran mun hava atkvøtt fyri republikanska flokkinum seinastu árini.
Tim Kaine, varaforsetavalevni hjá Hillary Clinton skal hinvegin hjálpa henni at vinna atkvøðurnar hjá teimum nógvu spansktalandi amerikanarunum. Tim Kaine tosar spanskt sjálvur og var í mong ár trúboðari í Honduras. Tim Kaine er eisini núverandi senatorur og fyrrverandi guvernørur í Virginia, ein statur, har tað vanliga er sera javnt millum valevnini í forsetavalinum. Hillary Clinton vónar uttan iva, at fólkið í Virginia fer at atkvøða fyri einum av sínum egnu.
Kjakið teirra millum byrjar klokkan tvey í nátt.