Liðformaðurin á írska fótbóltslandsliðnum, sum Føroyar skulu spæla ímóti um góðar tvær vikur, fekk ein ordans kvøkk í mánakvøldið.
Roy Keane, sum eisini er liðformaður hjá Manchester United, var heima saman við konuni, sum er við barn, og sínum fýra børnum, tá ið ein heimagjørd bumba varð tveitt eftir húsunum hjá honum.
Bresturin var ógvusligur, men eingin fekk skaða av bumbuni, sum var gjørdu burtur úr einum kassa við fýrverki.
Saman við bumbunu vóru eisini ein boð til Keane: Tín írski býttlingur.
Løgreglan kannar nú málið, men veit einki at siga um, hví bumban var tveitt eftir húsunum hjá Roy Keane.