Keane keypir í Manchester

Roy Keane, sum nú er manager hjá enska Sunderland, hevur keypt Kieran Richardson frá Manchester United fyri 60 milliónir krónur. Ivamál hevur verið um framtíðina hjá Richardson, eftir at United í summar hevur keypt Anderson, Nani og Owen Hargreaves, sum allir spæla á miðvøllinum. – Hetta er spennandi fyri meg. Eg kenni alt til Roy Keane, og eg gleði meg til at spæla á hansara liði, sigur Richardson við ensku miðlarnar, nú skiftið er veruleiki.