Keisaradreymar í sparitíðum

Landsstýrið noktar at brúka fult útbygdu uttanríkistænastuna í Ríkisfelagsskapinum. Samstundis, sum høvuðsvinnan í landinum armast út, sjúkrahúsverkið liggur í andaneyð, og føroyingar skulu gjalda hægri skatt og avgjøld, hevur uttanríkisráðharrin hjá heimastýrinum boðað frá, at nýggjar "sendistovur" skulu stovnast í New York og Moskva. Tíðspunktið fyri einari dýrari víðkan av uttanríkistænastuni hjá heimastýrinum kundi neyvan verið verri, og nyttan av nýggju "sendistovunum" er sera ivasom

Nógvar uttanlandsferðir men onki úrslit.

So stutt kann uttanríkispolitikkurin hjá CHE-landsstýrinum lýsast, nú stívliga 100 dagar eru farnir av valskeiðnum.

 

Úrslitaleyst Sirkus á Ferð

Heimastýris-uttanríkisráðharrin hevur seinastu mánaðirnar ferðast í ymisk lond, har hann – sambært tíðindaskrivum úr heimastýris-uttanríkisráðnum – hevur styrkt bond millum Føroyar og ávís lond.

Harumframt hevur hann virkað fyri at fáa EFTA-lond at geva Føroyum limaskap í EFTA.

Higartil hava vit, sum umvegis skattin rinda fyri hesar mongu uttanlandsferðir, bert sæð hópin av myndum í fjølmiðlunum, har Høgni Hoydal heilsar uppá hendan og hin ráðharran ella embætismannin.

Skattaborgarin hevur tó onki frætt um, at nakað ítøkiligt er komið burtur úr nógvu ferðingini.

Bert uttanlandsferðir og føgur orð – onki úrslit.

 

Nýggjar "sendistovur"

Samstundis leggur CHE-landsstýrið dýrar ætlanir um at stovna nýggjar, føroyskar "sendistovur" í New York og Moskva.

Tey flestu vita, at komandi "sendistovurnar" fáa ikki tann stóra týdningin fyri Føroyar, tí tær fáa ikki diplomatstatus. Tí má roknast við, at tær kunnu ikki brúkast til tað stóra í alment góðkendum uttanríkispolitiskum samanheingi. Tí ber heldur ikki reiðiliga til at rokna hesar komandi "sendistovurnar" fyri veruligar sendistovur.

Kortini setur CHE-uttanríkisráðharrin uppá, at hann skal hava bonað gólv í øðrum londum at ganga á. Har kann Merkið hátíðarliga og undir tjóðsangi vindast á stong.

Her spøkir tann misskilta nationalisman aftur.

Tað hevur stóran týdning fyri CHE at seta føroysk stempul á ymiskt – t.d. á fíggjareftirlit, serumsorgan, revsirætt og sakføraravirksemi – hóast tað í veruleikanum ber í sær, at tey ymsu økini fella í órøkt.

 

Hava fult útbygda uttanríkistænastu

Eitt er, at vit hvørki síggja úrslit av ferðingini ella fáa nakað veruligt gagn av teimum nýggju sonevndu "sendistovunum".

Tað, sum veruliga vísir, at uttanríkispolitisku ætlanirnar hjá CHE eru burturvið, er, at Føroyar longu hava atgongd til eina fult útbygda uttanríkistænastu í Ríkisfelagsskapinum.

Henda uttanríkispolitiska tænasta hevur veruligar sendistovur ella konsulát við diplomatstatusi í flestu av teimum heimsins londum, ið Føroyar hava interessur í.

Høgni Hoydal kundi tó ikki droymt um at brúkt verandi uttanríkistænastu, hóast vit sum land í Ríkisfelagsskapinum hava atgongd til hana.

Nei, almenni CHE-politikkurin er, at vit skulu heldur brúka pengar at byggja upp eina misskilta nationalistiska uttanríkistænastu fyri hópin av pengum.

Hetta hendir – væl at merkja – í eini tíð, har høvuðsvinnan í landinum armast út, sjúkrahúsverkið liggur í andaneyð, og føroyingar skulu gjalda hægri skatt og avgjøld.

 

Alternativið er gott

Føroysku interessurnar á uttanríkisøkinum høvdu verið munandi betri røktar umvegis uttanríkistænastuna hjá Ríkisfelagsskapinum.

Høvuðsmálið eigur púra greitt at vera at fáa í lag eitt munandi tættari samband við Europasamveldið. Positiv tekin komu longu í februar frá einum ES-nevndarlimi um at fara í mennandi samrøður við ES. Í Sambandsflokkinum eru vit ikki í iva um, at málið eigur at vera føroyskur ES-limaskapur við undantøkum.

So leingi CHE-stýrið hevur valdið í landinum, verður henda skilagóða kós ikki løgd.

Keisaradreymarnir skulu jú útlivast, eisini í sparitíðum.