Tað er bæði synd og skomm, at fótbóltshugaðu føroyingarnir heima á landi ikki vóru eygnavitni til tað, sum gekk fyri seg á tætt pakkaða Sparta Prag vøllinum leygarkvøldið.
Øll setur vóru mannað ? og í nøkrum førum vóru fleiri atgongumerki seld til sama plássið! ? og tað var lagt upp til, at heimaliðið skuldi staðfesta glæsiliga avrikið í hesi undankappingini. Tað skuldi gerast við einum sigri, og tað varð roknað við, at hann fór at vera stórur. 5?0 var skotið hjá hýruvognsføraranum, og hann mundi umboða miðal kekkan.
Í hálvan annan tíma var væl skipað upphiting kring vøllin, og longu tá teir komu á vøllin at hita upp, kendu føroysku spælararnir so dyggiliga, at teir vóru á útivølli.
Tá stríðið var lokið, var rómurin kring vøllin so stórur, sum tú sjáldan ert eygnavitni til. Føroysku spælararnir fóru í sínum lagi til sínar áskoðarar at takka teimum fyri stuðulin, og kekkisku spælararnir runnu kring allan vøllin í tað mesta av einum hálvum tíma og takkaðu sínum viðhaldsfólkum, meðan sangur og tónleikur rungaðu og harðskapur og fyllskapur vóru býir í Russlandi! fyri kátu og fryntligu kekkarnar, sum týðuliga sólaðu sær í frælsinum, teir hesi síðstu tíggju árini hava havt.
Gongdin
Føroyingarnir eru eingir ársungar í altjóða fótbólti longur, og tað sást á avrikinum. Venjarin hevði lagt teimum eina við at spæla og ikki at sparka. Føroyingarnir kapprunnu ikki við mótstøðumenninar og í sambandi við deyðbóltsstøðurnar brúktu teir alla ta tíð, sum dómarin loyvdi. Kekkarnir royndu at skrúva ferðina upp, Liverpool stjørnurar Patrik Berger og Vladimir Smicer stóðu fyri tí konstruktiva, í høgru var tað setningurin hjá Karel Poborský úr Benfica at bróta ígjøgnum, og í vinstru hevði liðformaðurin Jiri Nemec somu uppgávuna.
Hetta eru alt heimsnøvn, og tá vit siga, at tað vóru Henning Jarnskor úr GÍ og Pól Thorsteinsson úr B36, sum skuldu byrgja fyri í borðunum, meðan Sámal Joensen, Allan Mørkøre og Julian Johnsson á miðvøllinum skuldu kroysta mótstøðumenninar til einfaldu loysnirnar, so ljóðar tað ikki av nógvum í hægstu fótbóltsverðini.
Men sannleikin er, at føroyingarnir stóðu seg óvanliga væl, og tá miðverjan var eins sannførandi, sum hon so at siga hvørja ferð hevur verið, samstundis sum John Petersen og serliga Todi Jónsson vóru so væl upplagdir frammi á vøllinum og megnaðu so nógv einsamallir, sum sjáldan áður, so setti hetta stóran kvøkk í kekkisku spælararnar og viðhaldsfólkini. Rópini gjørdust í 2. hálvleiki til hóttanir um, at áskoðararnir ætlaðu sær til hús, um teir ikki fingu meiri fyri pengarnar. Kekkarnir royndu eftir steðgin at seta ferðina upp og at skifta langt millum síðurnar, men luftin fór skjótt úr teimum. Í síðstu løtu eydnaðist at økja um leiðsluna til 2?0, so var misnøgdin hjá áskoðarunum burtur.
Verjuparturin
At Henning Jarnskor hevði so gott tak á Poborský tók fullkomuliga broddin úr høgru álopssíðuni hjá kekkum. Teir royndu at lokka Pól Thorsteinsson langt fram, og serliga fyrra partin av 1. hálvleiki komu teir fleiri ferðir ígjøgnum í vinstru, men føroysku miðverjarnir vóru so at siga hvørja ferð fyrstir á innleggunum, sum vórðu blokerað út til horna ella stútað burtur av Óla, Jens Kristiani og Hans Fróða, ið vóru sera sannførandi.
Hetta hevði alt við sær, at mótstøðumenninir royndu at taga miðverjuna sundur við eitt tvey samanspæli og yvirlappingum fram eftir miðásinum, men tað eydnaðist heldur ikki, og sannleikin er, at sjálvt um teir á heimaliðnum høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, so hevði Jens Martin Knudsen í sínum 47. altjóða skrásetta landsdysti nógv minni at gera, enn hann hevur havt í flestu av hinum dystunum.
Fáir kekkiskir
møguleikar
Á pappírinum eru umframt tey bæði málini tríggjar royndir ímóti málinum hjá Jens Martini. Føroyski málverjin refleksbjargaði við fótinum, tá lumpisligt fríspark úr høgru sigldi omanfyri allar í brotsteiginum og ímóti handara stólpanum, og hann bjargaði dygst undir tvørtrænum, tá Berger úr 32 metrum sendi fríspark, sum tók ryggin á Allani Mørkøre. Hetta var í 1. hálvleiki, og í seinna umfarinum var føroyski málverjin bara eina ferð hóttur.
Fyrra málið, sum kom í 11. minutti, var óheppið, meðan tap seinna var væl spælt. Í fyrra førinum tók skotroynd langt úti frá í ein verjuspælara og støkk til Jan Koller, ið hevði Hans Fróða tætt at sær. Men ólukkutíð gleið HB maðurin eitt sindur, og úr 15 metrum og eitt vet til tinstru tók í handara stólpan, áðrenn bólturin fór um strikuna.
Í seinna førinum eydnaðist tað Poborský at bróta ígjøgnum í høgru, av baklinjuni og tíggju metrar úr stólpanum lyfti hann til handara stólpan, har innskifti Pavel Verbír stútaði í tóma málið.
Framrættaða spælið
Føroyingarnir høvdu inntil fyrra málið kom ikki spælt framrættað, men teir royndu at hava bóltin afturi á vøllinum, og tá 1. hálvleikur var hálvrunnin, fór ferðin so mikið niður, at okkara menn komu upp í part, og teir vóru við inntil eina løtu eftir at útvísingarnar høvdu verið. At tað síðsta hálva tíman vóru tíggju ímóti tíggju var kekkunum til fyrimunar.
Mótsatt so mangari aðrari ferðini, so eydnaðist tað hesa ferð at flyta føroyska samanspælið fram á vøllin, álopsmenninir fingu nógvar neyvar sendingar frá miðvallarunum, og tá Todi og John eisini megnaðu at útinna nógv einsamallir, var tað heilt stuttligt.
Upplagdu
møguleikarnir
Serliga Todi Jónsson var væl upplagdur og vandamikil. Tjúgu minuttir vóru farnir, tá John sendi hann avstað í vinstru, og royndin úr fjúrtan metrum streyk framvið handara stólpanum.
Kekkarnir, sum skiftust um mest vandamikla føroyska spælaran, vóru í dýrastu neyð av FCK álopsmanninum, sum í sínum lagi megnaði at sneiða ein og tveir av sær ella at fáa fríspark næstan hvørja ferð, hann hevði bóltin. Mótstøðumenninir vóru hepnir bara at fáa eitt gult kort, og tá Todi í 33. minutti varð feldur seytjan metrar úr málinum og mitt fyri, var upplagt at kortið í hvussu so er var gult. Tíverri rakti frísparksroyndin hjá Óla Johannesen í manngarðin.
Og møguleikarnir vóru fleiri. Julian Johnsson stútaði eitt av mongu fríspørkunum frá Henningi Jarnskor úr vinstru á málverjan, John Petersen spældi snilt úr høgru, og Todi stútaði úr fimm metrum á málverjan, og seks minuttir inn í 2. hálvleik tók dúkkandi skotroynd úr átjan metrum tvørtræið, eftir at málverjin hevði fingið ein fingur á bóltin.
Kekkiska miðverjan gjørdist alt meiri ótrygg, og sjey minuttir fyri dystarlok áttu teir at havt verið sektaðir, tá Todi Jónsson kom ímillum málverjan og ein verjuspælara, sum nært beinini á føroyska álopsmanninum, ið fór um koll. Dómarin tagdi, og ein minutti seinni lá bólturin í føroyska málinum. Føroyingar høvdu enn eina ferð tapt heiðurliga. Næsthægst styrkismetta liðið í heiminum hevði vunnið 2?0, men bæði spælararnir og áskoðararnir høvdu verið á pínubeinkinum longri enn teir høvdu bríggjað seg um, og tað høvdu føroyingarnir stóran heiður av.