Húsagangshótta skipasmiðjan bboðaði í gjár frá, at sannlíkt er, at farið verður undir trotabúsviðgerð komandi dagarnar. Í eini fráboðan sigur Harland & Wolff, at fyritøkan hevur søkt um húsagangsverju frá bretska stjórnini á 200 milliónir pund (1,8 milliardir krónur) men fekk ikki viðhald.
Fyritøkan sigur, at starvsfólkini eru tilvitað um støðuna, og at fleiri uppsagnir verða, men hetta merkir ikki, at virksemið heldur uppat. Eitt nú heldur raksturin í skipasmiðjuni í Belfast, sum bygdi Titanic og nú hjálpir til at byggja trý krígsskip til bretska flotan, fram. Harvið verður hendan skipasmiðjan ikki ávirkað av endurskipanini, og tí fer sjálvt virksemið framvegis at halda fram.
Skipasmiðjan er serliga kend fyri at hava bygd fleiri skip hjá White Star Line í fyrru helvt av 20. øld. Nevnast kunnu Olympic-skipini, ið vóru trý í tali; RMS Olympic, RMS Titanic og HMHS Britannic.
Kendast er helst Titanic, ið sakk, eftir at skipið sigldi á ísfjall á jomfrúferðini 15. apríl í 1912.