Kend donsk kórkvinna í Nesvík

Í gjárkvøldið byrjaði árliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini. Omanfyri 100 fólk eru teknað til skeiðið, sum varir alla hesa komandi vikuna.

Á skeiðnum verður sungið nógv, eins og luttakararnir kunnu velja seg inn á ymiskar áhugatímar sum allir á einhvønn hátt hava við sang og sangarbeiðið at gera.

Serliga skrá er fyri børnini. Tey verða ansað og sleppa haraftrat at venja nakrar sangir saman.

Kórleiðari í ár er Maud Kofoed, sum annars er kórleiðari í danska gospelkórinum Vocation.

Maud skrivar sjálv sangir og er haraftrat ein sera góður sangari og saxofon-leikari, og hevur haraftrat givið út eina solo-fløgu.

Sangskeiðið endar við eini konsert í ítróttarhøllini á Skála komandi leygardag.