Kistan, sum bleiv brúkt, tá Lee Harwey Oswald bleiv jarðaður, skal seljast á uppboðssølu í Los Angeles í næstu viku.
Lee Harwey Oswald bleiv tikin og skuldsettur fyri at hava skotið John F. Kennedy, forseta tann 22. november í 1963. Men tveir dagar seinni bleiv Oswald sjálvur skotin og seinni lagdur í ta kistuna, sum nú er til sølu.
Í 1981 bleiv Lee Harwey Oswald grivin uppaftur, tí myndugleikarnir vildu hava staðfest, at tað veruliga var hann, sum bleiv jarðaður 18 ár frammanundan. Kanningin vísti, at so var, men hesaferð bleiv hann lagdur í nýggja kistu og jarðaður í henni. Tann gamla kistan bleiv løgd til viks, men skal nú seljast.
Uppboðshaldarin í Los Angeles hevur sagt, at minstaboð upp á kistuna hjá Lee Harwey Oswald verður 1.000 dollarar, men at hann roknar við at fáa munandi meiri fyri hana.