Kend songkvinna syngur um Burger King

Tað er ikki heilt óvanligt at síggja kendar sjónleikarar og sangarar vera við í sjónvarpslýsingum. Eitt nú hava George Clooney og Jennifer Lopez fleiri ferðir verið at sæð á skíggjanum, har tey hava dúgliga reklamera fyri onkrari vøru. Og nú gongur enn ein kendur persónur somu leið sum tey bæði.

 

Í nýggjastu lýsingini hjá Burger King er tað eingin minni enn kenda amerikanska soulsangarindan, Mary J. Blige, sum syngur um tær nýggju høsnarunga-snack-wraps hjá burgarafyritøkuni.

 

Í sjónvarpslýsingini sæst Mary J. Blige standa inni í einum Burger King stadi, har hon syngur um høsnarunga, trý sløg av osti og salat.

 

At úrslitið ikki er heilt gott, eru fleiri fólk á einum máli um. Eisini Mary J. Blige sjálv. Í øllum førum bleiv lýsingin skjótt tikin burtur frá Youtube-kanalini hjá Burger King, og sambært burgarafyritøkuni var orsøkin "onkrir trupulleikar við rættindum til sangin."

 

Nidanfyri sæst Burger King lýsingin við Mary J. Blige.