Ókendi timburmaðurin sum skoraði móti Spania

Norska blaðið, Aftenposten heldur tað verða hugtakandi, at ein føroyskur timburmaður skoraði móti heimsins dýrasta málverja

Í norskum miðlum hava søgurnar um útvarpsvertin, Rógva Baldvinsson, málmanslegenduna við topphúgvuni, Jens Martin Knudsen, og nú eisini timburmannin, Klæmint A. Olsen veruliga fangað áhugan hjá norsku lesarunum.

Virda norska blaðið, Aftenposten hevur eina grein um "ókenda timburmannin", Klæmint A. Olsen sum skoraði móti heimsins dýrasta málverja, spanska Chelsea-málverjanum, Kepa Arrizabalaga farna fríggjakvøld á Tórsvølli.

Við Aftenposten sigur Klæmint A. Olsen, at tað var ein stórur lætti loksins at skora mál á landsliðnum aftaná 20 landsdystir. Nú ætlar Klæmint sær eisini mál móti Noregi. 

Í greinini verður eisini prátað við Jákup Ósá frá Norðlýsinum og bolt.fo, ið staðfestir, at søguligi toppskjúttin í Betrideildini hevur ikki fingið líka nógv at arbeiða við á landsliðnum, ið hann fær í føroysku landskappingini, og tí gekk so drúgv tíð áðrenn Klæmint A. Olsen fekk fyrsta landsliðsmálið.

Í greinini verður eisini prátað við Trónd Arge, ið staðfestir, at Føroyar hava altíð ein møguleika, men givið er, at tað verður torført at vinna á Noregi í kvøld. Tróndur greiðir frá, at Klæmint er ein nógv avhildin spælari í Føroyum, og øll unna honum so hjartaliga málið móti Spania.

HER ber til at lesa áhugaverdu greinina hjá Aftenposten.

Føroyar og Noreg spæla EM-undankappingardyst á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá landsdystinum á Tórsvølli.

##med2##