Kendir bólkar á Summar Festivalin 2006

Aftur í ár stílar Summarfestivalurin høgt, tá tað ræður um at bjóða fram kend nøvn. Í morgun avdúkaðu fyrireikararnir, at kendi danski bólkurin Shu-bi-dua og stóra navnið millum tey ungu í løtuni, The Ramus, verða millum útlendsku nøvnini, sum skulu spæla á Summarfestivalinum 2006

 
Við slag orðinum Har flest merkir best satsta fyrireikararnir av Summarfestivalinum uppá, at festivalurin fer at lokka enn fleiri fólk til sín í ár enn síðsta ár  ikki endiliga tí fasta sambandið tá er veruleiki, men tí øll orka verður løgd í at skapa eitt so gott, breitt og fólkavinarligt tónleikatiltak, sum gjørligt.
Vuffeli-vov og allir hinir ...
Fólksliga dámin mugu fyrireikararnir sigast longu hava tryggjað sær, við at hava fingið fatur á ongum minni kendum enn danska bólkinum Shu-bi-du. Hóast bólkurin hevur meir enn 30 ár á baki, er hann still going strong og verður av mongum mettur at vera ein hin besti skandinaviski festivalbólkurin. Flestu føroyingar munnu eisini kenna hendan bólkin, sum hevur skrivað hitt omaná hitt til breiðu fjøldina Hvør kennir ikki sangir sum Fed Rock, Den Røde Tråd, Vuffeli-Vov, Sex-Chikane og allar hinar, sum hava verið við til at staðfesta støðuna hjá Shu-bi-dua sum eitt slóðbrótandi ikon í danska tónleikaheiminum. Teir hava selt fleiri enn 5 milliónir bond, plátur og fløgur, og hava øll árini verið tiltiknir fyri sínar framførslur á konsertum og festivalum.
Rockur úr Finlandi
Eftir at tað síðsta ár eydnaðist at fáa heimskenda Brian McFadden at spæla á Summarfestivalinum, hava væntaninar til stóra navnið til tey ungu hesuferð verið ovurhonds stórar. Og nú fyrstu, útlendsku nøvnini eru avdúkað, bendir nógv á, at fyrireikararnir hava fingið fatur á einum enn størri navni í ár. Fríggjakvøldið verður nevniliga lagt hart út við kenda bólkinum, The Rasmus, ið er ein ungur og spennandi rockbólkur úr Finlandi. Teir fýra vinmenninir úr Helsinki fingu sítt altjóða gjøgnumbrot í 2004, tá ið sangurin In The Shadow gjørdist eitt risahitt um alt Europa. Teir hava verið á hitlistum í flestu europeisku londunum, og í 2004 varð sangurin In The Shadow mest spældi sangurin á MTV Europe. The Rasmus eru aktuellir við nýggjari útgávu og eru í løtuni á heimsturné, sum leiðir teir til Japan, Suðurafrika, Argentina, Chile og nógv europeisk lond  millum annað Føroyar.
Størri og betri
Hóast nógv bendir á, at Summarfestivalurin 2006 verður størsta tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð, er hetta ikki tað, sum hevur størst týdning fyri fyrireikarnar. Í løtuni verður orkan løgd í at menna verandi konsept, har dygdin heldur enn mongdin og støddin í allar mátar verður tað, sum skal bera festivalin. Ein týðandi táttur í hesum arbeiðinum er eisini at tryggja, at umhvørvið kring festivalin verður so trygt og lokkandi, sum til ber  eitt nú tá tað ræður um gistingarmøguleikar og atkomuviðurskifti hjá øllum teimum, sum kunnu hugsast at koma í egnum báti til Klaksvíkar. Í hesum sambandi samstarvar festivalurin tætt við Norðoya Kunningarstovu og mynduleikar í býnum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august, og sølan av vikuskiftispassum til serligan prís er nú byrjað á Shell-støðunum kring landið. Tey fyrstu 3000 vikuskiftispassini verða seld fyri 495, og eftir at tey eru seld, fer prísurin upp.
Nýggj tíðindi um Summarfestivalin 2006 eru annars javnan at frætta á www.summarfestivalur.fo