Kendur bilasølumaður sjeyti

Handilsmaður: Sum ungur fór hann í bakaralæru. Hann koyrdi hýruvogn, og eitt skifti koyrdi hann eisini gravimaskinu. Hann var ein av undangongumonnunum, tá bilstøðin Auto varð stovnað. Seinni fór hann at selja bilar. Var á røttum stað til rætta tíð og gjørdist ein av okkara dugnaligastu handilsmonnum. Maðurin eitur Johannes Berg

Magnus Gunnarsson


Jóhannes Berg er gøtumaður. Ella rættari - hann er frá Gøtugjógv, er føddur 7. oktober í 1929. Hann er útlærdur bakari og hevur arbeitt sum bakari. Eitt skiftið koyrdi hann hýruvogn hjá Mortan Simonsen á Hotel Djurhuus. Seinni keypti hann sær bil sjálvur.

Hann giftist við Karolinu, fødd Mikkelsen av Toftum, og tey fingu fimm børn.

Saman við øðrum stovnaði Jóhannes Berg bilstøðina P/F Taxa. Seinni skiftir støðin navn til P/F Auto. Har var hann ein sonn drívmegi við bygging av nýggju bilstøðini í 1955/56.

Sum nakað nýtt tá fekk hann í lag, at bilarnir fingu telefon. Áðrenn tað máttu bilarnir koma á støðina millum hvønn túr. Eisini vóru telefonboksir settar upp fleiri staðni í býnum.

Jóhannes Berg var eisini koyrilærari og koyrdi eitt skiftið gravimaskinu, tá Oyggjarvegurin bleiv gjørdur.


Fekk diplom frá American Motors

J. Paturssonargøtu 39 í Havn bygdi Jóhannes Berg sær stór hús, har hann leigaði kømur út í niðaru hæddini. Bilasølan hjá honum byrjar, tá hann í 1959 fær umboð fyri Ramblerbilarnar. Hann koyrdi í Auto eina tíð eftir tað, men tað var skjótt, at hann fór at selja bilar burturav. Hann hevði tó fleiri Rambler bilar koyrandi í Auto øll sekstiárini, og teir munnu vera nógvir, ið hava koyrt bil hjá honum.

Tá á døgum var ringt at fáa valutaloyvi til innflutning av nýggjum bilum, men Jóhannes Berg var í tí hepnu støðu, at fleiri av teimum, sum leigaðu kømur frá honum, vóru amerikumenn. Hetta var um ta tíðina, tá radarastøðin á Sornfelli og støðin í Mjørkadali vóru bygdar.

Amerikumenninir kundu gjalda í dollarum, og so hevði Jóhannes Berg tann valuta, sum hann hevði brúk fyri, og nú kundi hann keypa Ramblerbilarnar úr USA.

Jóhannes Berg hevur altíð lagt stóran dent á beinleiðis innflutning av bilum, so sleppast kann undan millumhandlarum.


Ov trongt í J. Patursonargøtu

Bilasølan og verkstaðurin byrjaðu í J. Paturssonargøtu, men plássið bleiv skjótt ov lítið. Tí leigaði hann bygningingin hjá Debesi Christiansen við Heygsvegin, har sum Triv er nú - yvirav har sum heilsølan P/F Grøði helt til. Har var verkstaður og eykalutagoymsla, meðan bilasølan var eftir í J.Paturssonargøtu.

Sølan av bilum var so góð, at hann í 1966 fekk diplom frá Rambler verksmiðjuni, American Motors, fyri at hava selt flest bilar í mun til fólkatalið í landinum. Ramblerbilarnir vóru nógv seldir sum hýruvognar í Føroyum í sekstiárunum. Hetta komst av, at teir vóru stórir og rúmligir til rutukoyring á vánaligu vegunum í Føroyum.


Mazda bilarnir innrás

Í 1967 komu Mazda bilarnir. Teir fyrstu fimm komu úr Noreg. Annars var innflutningurin beinleiðis úr Japan. Tá Mazda nøkur ár seinni kom til Danmarkar, vildu teir hava umboð fyri Føroyar, men Jóhannes gjørdi skjótt av og fór til Japan, hevði eitt føroyskt flagg við, vísti á, at vit vóru ein tjóð og høvdu okkara egna mál og flagg. Samstundis kundi hann vísa á góð sølutøl, og so var tann trupulleikin loystur. Í fleiri ár hevði hann fastan ordra inni hjá Mazda um, at teir sendu 20 bilar til Føroya um mánaðin.

Eykalutagoymslan var vorðin stór og plássið ov lítið við Heygsvegin, so í 1970 varð kjallarin í J. Paturssonargøtu ruddaður fyri kømur og gjørdur til eykalutagoymslu burturav. Um somu tíð keypir Jóhannes bilverkstaðin hjá Róa Hansen á Glyvrum. Sølan av Mazda bilum var vorðin góð í Eysturoynni, har Toyota hevði størsta partin av marknaðinum, tí umboðsmaðurin, Rósing Rasmussen, búði í Runavík.

Jóhannes Berg fekk nú eisini Chrysler umboðið og nakrar Simca og Sunbeam bilar, ið tá hoyrdu til Chryslerkonsernina. Nakað eftir hetta keypir hann eina stóra nøgd av Plymouth og Dodge bilum, ið høvdu staðið leingi á goymslu í Íslandi.

Fólk vóru ivasom um hesar bilar, tí teir høvdu staðið so leingi, at rustur sást onkustaðni. Men teir vóru ikki dýrir og royndust væl, og fleiri vórðu seldir sum hýruvognar.


Keypir elementvirki og byggir bygningar

Í sjeytiárunum keypir hann elementvirkið á Norðskála frá Árna Brattaberg og fekk fyrrverandi byggimeistaran, Petur Michelsen at standa fyri tí. Hetta kom væl við hjá Jóhannesi Berg, ið hevði ætlanir um at byggja tveir stórar bygningar, ein á Hálsi í Havn og hin á Glyvrum, har verkstaðið hjá honum var - har Bónus nú er.

Bygniniurin á Hálsi varð bygdur á miðstaðarøkinum saman við øðrum handilsbygningum. Tað kom væl við at hava stór høli, tá hann stutt eftir fekk umboð fyri Scania lastbilar og bussar.

Nú hevur fyritøkan hjá Jóhannes Berg eisini Avis bilútleigan. Fyritøkan er best kend undir navninum Berg Motors.

Jóhannes Berg er kendur fyri at duga væl at selja, og má metast sum ein av okkara dugnaligastu handilsmonnum.

Føðingardagsbarnið var ikki heima á 70 ára degin. Dagurin varð hildin uttanlands saman við familjuni og vinum.