Kendi havnarmaðurin, Martin Dirch Brodersen, sum í veruleikanum er dani og úr Herlev, verður millum luttakararnar, tá sjónvarpið hjá Danmarks Radio næsta hósdag fer undir nýggja sendirøð við »Gift ved første blik«.
Martin Dirch Brodersen er 46 ára gamal og býr í nú í Fredensborg í Danmark. Hann hevur verið giftur í Føroyum, er fráskildur føroyskari konu, og saman eiga tey trý børn.
– Eg havi meldað meg til kappinginia fyri at finna »den eneste ene«, sigur Martin við Danmarks Radio.
– Tað er gott at vera tvey, har vit bæði kunnu leggja og bara slappa av á sofuni og síggja ein film, ella vitja vinir sum par.
Nær blivu tit skild?
– Eftir 13 ára hjúnarband vórðu vit skild í 2011 í Føroyum, haðani táverandi kona mín er ættað, og fimm ár seinni flutti eg aftur til Danmarkar. Vit eru framvegis bestu vinir, og eg havi júst vitjað tey og etið døgurða saman við táverandi konu míni, nýggja manni hennara og barni teirra. Felags børn okkara eru tvíburar, sum eru 20 ára gamlir og ein sonur, sum er er 14 ár.
Hví er tað júst í ár, at tú vil luttaka?
– Sum børnini eru vorðin stór, er tað vorðið til – ikki einsemi, men eg havi hug at deila okkurt við onkran annan aftur. Eg sakni at fara út og eta, ferðast og gera nógv saman. Eg havi eisini rættiliga nógvar vinir, sum eru pør, og eg eri ikki øvundsjúkur á nakran hátt, men eg haldi, at tað hevði verið sera gott, um eg eisini kom við konu míni til døgurðar, veitslur, í biograf og tílíkt.
– Eftir at vit skiltust, vóru børnini tað týdningarmesta, og eg havi helst sett meg sjálvan til viks.
– Men hvat so við mær sjálvum? Eg havi gloymt meg sjálvan í nógv ár, og tí havi eg meldað meg til. Hví ikki royna møguleikan? Kanska eydnan er har, sigur hann.
Nýggja sendirøðin við »Gift ved første blik« byrjar hósdagin 24. august á DRTV og DR1.