Kendur motorsúkklumaður fyllir 50 ár

Í dag, mikudagin 19. september, fyllir Ove Ritter, seniorsersjantur og Harley Davidson umboðsmaður í Havn, 50 ár.

Ove er dani, sum hevur búð í Føroyum síðan 1982 og er kanska mest kendur fyri sín áhuga fyri motorsúkklum, serliga Harley Davidson, sum hann í dag selur og leigar út.


Upprunaliga er Ove útbúgvin amboðssmiður. Nakað eftir at hann varð útlærdur, bleiv hann innkallaður til hertænastu. Sína sersjantútbúgving hevur hann fingið innan danska herin. Hann var á Cypros í ST-tænastu, áðrenn hann kom til Føroyar í 1982 og bleiv settur sum leiðari av "Bevogtningstjenesten" á Flyvestation Tórshavn, har hann eisini kom at standa fyri eftirútbúgving av starvsfólkum á støðini.


Fyrst í 90-unum arbeiddi hann í trý ár á Flyvestation Værløse. Í hesum tiðarskeiði var hann eisini í Kuwait í ST- ørindum. Í 1995 byrjaði hann aftur í Mjørkadali. Tó var hann, í 1997, eitt ár á "Eskadrille 500" í Vedbæk, og í 2002 var hann við í altjóða friðardeildini í Kirgisistan.


Ove hevur altíð havt stóran áhuga fyri motorsúkklum. Sínar fyrstu 10.000 kilometrar á eini Harley Davidson koyrdi hann, tá hann var í Kuweit í ST-ørindum. Tá hann kom aftur til Danmarkar, keypti hann sær eina Harley í 1996, sum hann síðan tók við til Føroyar, har hon varð skrásett sum nr. HD001, sum tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum.


Eftir at hava keypt og selt fleiri Harley Davidson, læt Ove upp sín egna Harley handil fyri skjótt fimm árum síðan. Í dag eru umleið 70 Harley motorsúkklur í Føroyum.


Ove hevur eisini skipað fyri fleiri motorsúkklutúrum bæði í Føroyum og í grannalondum okkara. Hann dugir væl at skipa fyri og at leggja til rættis. Um tað eru motorsúkklu-klubbar sum koma higar at vitja, ella hann skipar fyri túrun uttanlands. Í hesum mánaðinum skipar hann t.d. fyri einum túri til Vestmanna, og næsta ár til Kuba, Danmark og Ísland. Í 2009 hevur hann ætlanir um at skipa fyri einum túri tvørtur um alt USA.


Ove er giftur Annu, f. Holm Hansen, í Havn. Tey eiga synirnar Petur, 21 ár, og Hans Kristian, 16 ár.


Føðingardagin er Ove staddur í Íslandi saman við familjuni, har hann sjálvandi eisini leggur MC-túrin til Íslands næsta ár til rættis.


Vit ynskja Ova hjartaliga tillukku við føðingardegnum.


mg