Kenneth uppi og niðri

Vongverjin, sum skoraði týdningarmikla 2-0 málið, var undir taki, tá ið liðfelagarnir vóru í síðsta stríðnum fyri at verja leiðsluna

B36

B36 spælararnir vóru ovurfegnir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Teir høvdu í tjúgu minuttir verið undirmannaðir, og onkra ferðina hevði staðið á. Ein tann fegnasti mundi Kenneth Jacobsen vera. Hann hevði tíggju minuttir undan hvíldini skorað kanska vakrasta málið, sum hann yvirhøvur hevur gjørt í bestu deildini, og miðskeiðis í 2. hálvleiki hevði hann fyri fyrstu ferð nakrantíð í bestu deildini sæð reyða kortið.
- Eg rakti bóltin sera væl, og tað var fínt at síggja hann fara í málið til 2-0 leiðslu. Undan ferðini til Fuglafirðar høvdu vit kanska verið nøgdir við ikki at tapa, men eftir dystarlok haldi eg, at tað var í lagi, at vit fingu øll stigini. Ætlanin hjá okkum var at vera tættir í teimum og at vera avgjørdir í nærdystunum, og tað eydnaðist væl, staðfestir Kenneth Jacobsen.
Í 2. hálvleiki varð hann rikin av vøllinum, tí dómarin metti, at hann hevði sparkað í beinini á Magna á Lakjuni.
- Tað er ikki so nógv at siga til útvísingina. Eg sparkaði, eftir at dómarin hevði bríkslað. Kanska vóru vit irriteraðir inn á, at hann ikki hevði bríkslað, tá ið Bergur Midjord varð hildin. Ætlanin var at sparka bóltin, sum var millum beinini á Magna, men í staðin rakti eg Magna, og so sá tað sjálvandi væl meiri ógvusligt út, enn eg hevði ætlað. Tað varð ein stórur ruðuleiki aftaná, og tað hevur verið sagt, at onkur slóð meg, men eg varð ikki raktur, staðfestir Kenneth Jacobsen, sum rósar liðfeløgunum fyri, at teir megnaðu at halda tørn, hóast ÍF royndi at trýsta.