Kent andlit á Tórsvølli

Eingin ivi er um, at teir, sum seinnapartin mikudagin fara at umboða Italia á U21 landsliðnum, næstu tíggju árini fara at verða millum bestu og kendastu fótbóltsspælararnar hjá italsku heimsmeistarunum.

Í føroyskum fótbóltseygum mugu teir tó hesa ferð finna seg í at standa í skugganum á einum, sum hevur sett fótbóltsskógvarnar við nógvum málum í frá sær.

Talan er um Gianfranco Zola. Hann spældi í tíðarskeiðnum 1996-2003 í Chelsea, har hann var ógvuliga málsøkin. 34 ferðir var Zola á italska landsliðnum.

Nú er Zola ein av venjarunum hjá italska U21 landsliðnum ella tekniskur ráðgevi, sum tað verður nevnt á heimasíðuni hjá FSF.

Tá ið italska landsliðið vandi á Tórsvølli seinnapartin týsdagin var tað luturin hjá Zola at taka sær av teimum, sum skulu royna seg við fríspøkrum uttanvert føroyska brotsteigin.

Umframt Zola er ein annar italskumaður, sum í síni tíð spældi í Chelsea, við á Føroya ferðini hjá U21 landsliðnum. Talan er um Pierluigi Casiraghi.