Kervi við barnaporno avdúkað

Í Kanada hava myndugleikarnir tikið 21 menn, sum nú eru skuldsettir fyri at hava sent barnapornografiskar myndir sínamillum og fyri at hava leitað eftir børnum, sum teir kundu misbrúka til teirra virksemi.

Í sambandi við handtøkurnar hevur løgreglan bjargað einum 14 ára gomlum drongi. Løgreglan sigur, at drongurin er at síggja á nógvum myndum, sum menninir hava sent sínamillum, og løgreglan heldur, at ein av monnunum hevur brúkt drongin til myndatøku tey seinastu fimm árini.

Løgreglan sigur, at hon hevur lagt hald á meiri enn hundrað teldur og harðdiskar, og at har eru meiri enn 100.000 myndir og sjónbandsupptøkur við børnum uppiá.