Keypa minni úr Kina

Kinesiski útflutningurin vaks ikki so nógv í august sum væntað. Vøksturin var 2,7 prosent, og so illa hevur august ikki roynst tey seinastu trý árini. Samstundis minkaði innflutningurin 2,6 prosent.

Greinarar siga, at stígur er komin í tann stóra búskaparvøksturin í Kina, og tað kemst serliga av, at eftirspurningurin eftir kinesiskum vørum er minkaður í Vesturheiminum. At innflutningurin minkar bendir á, at eftirspurningurin í sjálvum Kina eisini er minkaður.

Kinesisku myndugleikarnir hava roynt at økja eftirspurningin innalands, nú eftirspurningurin uttanlands minkar. Men samstundis hava teir kinesisku brúkararnir fingið boð um at fara varisliga fram og ikki at seta seg í ov stóra skuld.

Búskaparvøksturin í Kina hevur ligið um níggju prosent tey seinastu tíggju árini ella so.