Keyparin fullan avgerðarrætt

- Keyparin er prinsipielt tann, sum treytaleyst avgerð, hvør vøra verður keypt og seld kundunum, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum í sambandi við stríðið um ølsøluna í Føroyhúsinum. Hann undirstrikar tó, at málið ikki fevnir um heimildirnar hjá Kappingarráðnum

Í Sosialinum í gjár gjørdi stjórin á Restorff´s Bryggjaríi, Johan Mortensen, vart við sína ónøgd um, at Restorff´s øl ikki verður selt í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Orsøkin er sambært Johan, at leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein, er privati umboðsmaðurin í Danmark hjá kappingarneytanum Føroya Bjór. Johan metir tað ikki vera rættvís kapping, at ein leiðari á einum húsi, sum fær stuðul á fíggjarlógini, samstundis er privatur umboðsmaður hjá Føroya Bjór og selur og keypir fyri egna rokning. Martin Fjallstein vísir harafturímóti á, at teir uttan eydnu hava roynt at selja Restorff´s ølið, og at tað er orsøkin til, at bert Føroya Bjór verður selt í miðdeplinum fyri útisetar í Danmark.
Í blaðnum í gjár kámaðust møguliga mørkini millum ein almennan stovn og ein sjálvognarstovn. Føroyahúsið er ein sjálvognarstovnur, sum bæði vinnur gjøgnum egið virksemi, men sum eisini fær 1,5 millión á fíggjarlógini í stuðuli frá Mentamálaráðnum árliga. Viðvíkjandi ábyrgd broytist støðan munandi, tá talan er um ein sjálvognarstovn heldur enn ein almennan stovn, sum beinleiðis er tengdur at landsstýrinum.

Keyparin ger av
Ein partur í ósemjuni millum Johan Mortensen og Martin Fjallstein, leiðara í Føroyahúsinum, er at finna í spurninginum, hvørt talan er um rættvísa og javnbjóðis kapping, tá Restorff ikki sleppur at selja í Føroyahúsinum, sum verður stuðlað við almennum peningi.
Spurdur, um hann kann greiða frá ásetingunum í kappingarlógini, og hvønn myndugleika Kappingarráðið hevur, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum, at heimildirnar hjá ráðnum og føroyska kappingarlógin bert fevna um Føroyar, og at ráðið tí ikki kann ávirka viðurskifti í t.d. Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Terje Sigurðsson vísir í hesum høpi á prinsipiellu kappingarásetingarnar.
- Prinsipielt er tað keyparin, sum avgerð, hvør vøra verður keypt og seld til kundarnar, er ítøkiliga svarið hjá Terja Sigurðsson. Hann sigur sostatt, at ein keypari hevur fullar heimildir at keypa og selja, sum mett verður er best.

Skerd kapping
Men Terje vísir eisini á, at eitt ávíst rák í ølheiminum setur kappingina í vanda.
- Tað er ein alt greiðari tendensur, at tað er beinleiðis samband millum bryggjaríini og sølustøðini, og tað er við til at skerja kappingina. Vit hava eisini líknandi dømi um hetta í Havn, har okkurt sølustað bert selur Føroya Bjór, meðan annað bert selur Restorff, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum.
At ein keypari úr Danmark keypir vørur úr Føroyum at selja, og at hann velur at keypa frá einum einstøkum leverandøri, er tí sambært Terja ikki í stríð við nakrar kappingarreglur. Samstundis fevnir føroyska kappingarlógin í hesum føri ikki um hetta einstaka málið. Tí ynskir Terje ikki gera nakrar viðmerkingar til ítøkiliga málið um ølstríðið og Føroyahúsið, men vísir hann bert til prinsipiellu reglurnar um kapping.
Hesar reglur tykjast eftir øllum at døma ikki verða í stríð við framferðarháttin í Føroyahúsinum.