Tað var ein stórur lætti hjá teimum føroyingum, sum lesa í Onglandi, tá tað herfyri bleiv gjørt av, at føroyingar hereftir skulu roknast javnbjóðis borgarum í EU-londunum.
Heilt nágrgeiniligt merkir hetta, at kostnaðurin fyri at lesa á hægru skúlum í Onglandi fer úr áleið 80.000 krónum niður í áleið 30.000 krónur um árið. Hetta er júst tað sama, sum onglendingar sjálvir og aðrir EU-borgarar gjalda fyri sín lesnað.
Nú frættast uppaftur betri tíðindi úr Skotlandi. Av tí at Skotland og Ongland eru saman í sonevnda Commonwelth, varð roknað við, at lækkaða gjaldið eisini fór at verða galdandi fyri lesandi føroyingar í Skotlandi, men nú vísir tað seg, at tað fer at gerast púra ókeypis at lesa í norðurpartinum av Bretlandi.
Tað er Aberdeen University sum hevur boðað frá hesum, og Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, váttar, at so er.
- Ymsu sjálvstýrandi økini í Bretlandi gera sjálvi av, hvussu tey skipa sína útbúgving. Nýggja skotska stjórnin hevur so gjørt av, heilt at strika skúlagjaldið, tað hava vit fingið váttað. Hvussu verður í Wales og Norðurírlandi er ikki heilt greitt enn, sigur Jógvan á Lakjuni.
Landið sparir
Føroyar verða í hesum sambandi mettar sum »Overseas Territory«, tað vil siga sum eitt »hjáland« hjá í okkara føri Danmark. Danir eru limir í EU, og tí verða føroyingar eisini roknaðir sum slíkir.
Hetta merkir so aftur, at føroyingar verða mettir javnbjóðis EU-borgarum, og tá Skotland er í somu støðu sum Føroyar, tað vil siga EU-limir saman við Onglandi, so merkir tað, at tá tað gerst ókeypir at lesa í Skotlandi fyri skotar og EU-borgarar, gerst tað somuleiðis ókeypis hjá føroyingum.
- Hetta fer kortini ikki at merkjast hjá teimum lesandi, tí seinastu átta árini er tað landið, sum hevur goldið skúlagjaldið. So tá hetta gjaldið fellur burtur, so verður tað við øðrum orðum landið, sum fer at spara lutfalsliga nógvan pening, sigur Jógvan á Lakjuni.
Tað er sonevndi ÚSUN-játtanin (ÚtbúgvingarStuðul Uttanfyri Norðurlond), sum hevur rinda peningin, og saman við lækkaða gjaldinum fyri lesnað í Onglandi roknar Jógvan á Lakjuni við, at bara fyri lesandi í Bretlandi merkir hetta eina sparing fyri landskassan upp á seks til sjey milliónir.
- ÚSUN var játtað fyri at eggja ungum at søkja útbúgving aðrastaðni enn í Danmark, og Mentamálaráðnum er heimilað at gjalda upp til 120.000 krónur fyri hvønn næming um árið. Í meðal kostar hvør næmingur landinum einar 80.000 krónur árliga, metir landsstýrismaðurin í skúlamálum.
Endaliga próvtøkan hevur kostað tritúsund pund, og møguliga verður hetta gjaldið eisini avtikið. Tað er tó ikki heilt greitt enn.