Keypmannahavn rakk ikki bólkaspælinum í EHF European League

Keypmannahavn megnaði ikki at gagnnýta góða útgangsstøðið tær høvdu frá fyrra dystinum móti Malaga

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu í dag á heimavølli seinna Play Off dystin um rættin at taka lut í bólkaspælinum í EHF European League móti spanska liðnum, Malaga.

 

Keypmannahavn megnaði javnleik 29-29 á útivølli í Spania, og hevði tí eitt gott útgangsstøðið, men tað megnaði Keypmannahavn ikki at gagnnýta.

 

Malaga vann í dag 25-20 á Keypmannahavn, og harvið ein samlaðan 54-49 sigur. Tað verður tí Malaga sum fer at royna seg í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Tað haltaði serliga hjá Keypmannahavn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Malaga á odda 14-8. Keypmannahavn var eisini greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tær megnaðu ikki at liva upp til favorittleiklutin. 

 

Pernille fekk ein málmøguleika í dystinum, og hon setti hann í netið. 

 

HM í hondbólti er skjótt í hondum og tí spælir Keypmannahavn ikki aftur fyrrenn 3. januar í 2024. Tá spæla tær á útivølli móti Nykøbing Falster í bestu donsku hondbóltsdeildini.