Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn ferðaðust í dag til Odense fyri at spæla dyst móti oddaliðnum í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við greiðum 34-24 sigri til Odense, ið var á odda 16-13 í steðginum.
Keypmannahavn endar sostatt á triðja plássinum í bólki 2 og kann ikki røkka hálvfinalunum.
Pernille skoraði tvey mál í dystinum.
Odense hevur vunnið bólk 2, og tær hava 11 stig á fremsta plássinum. Nummar tvey er Ikast-Herning við átta stigum, og nummar trý er Keypmannahavn við fýra stigum. Aftast eru Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg við ongum stigi.
Komandi mikukvøld eru dystirnir í seinasta umfarinum: Keypmannahavn-Viborg og Ikast-Herning-Odense, men dystirnir fáa onga ávirkan á endastøðurnar í bólki 2.
Odense møtir Nykøbing Falster í hálvfinalunum, meðan Ikast-Herning møtir Esbjerg í hinum hálvfinalunum.