Ein dagin herfyri, tá Juul M. Jacobsen í Nólsoy, vanliga róptur Ulliba, hevði verið á floti, gleddi hann nógvar nólsoyingar við at selja fiskin, hann hevði fingið, á bryggjuni í Nólsoy.
Fongurin henda dagin var umleið 200 pund av stórum smáfiski og góðum toski - alt blankur og vakur fiskur.
Tá Juul M. Jacobsen legði til bryggju um 14-tíðina henda dagin, frættist tað skjótt um bygdina, at hann fór at selja fiskin til tey, sum høvdu hug at keypa sær eitt kók.
Tað vóru fleiri, sum komu oman at keypa. Onkur keypti ein góðan fisk til eitt kók, onkur keypti uppí ein beriposa - og onkur annar kom oman við trillubøru og keypti fleiri fiskar.
Jú, so sanniliga hevur bygdarlívið, sum tíbetur enn livir við sítt fríska lív í Nólsoy, sína sjarmu og sín hugna við sær.