Khader-hjúnini til Føroya

Navnframi danski politikarin, Naser Khader, og kona hansara, Bente Dalsbæk, koma til Føroya fyrst í apríl mánaði. Á ferðini fara tey at halda fyrilestur í Miðlahúsinum.

Miðlahúsið í Vágsbotni fær forkunnuga vitjan fyrst í apríl mánaði, tá nógv umrøddi danski politikarin, Naser Khader og konan, Bente Dalsbæk, koma til Føroya.
Mikukvøldið 4.apríl fer Naser Khader at greiða nærri frá sínum sjónarmiðum um, hvar markið gongur millum átrúnað og fólkaræði: Hvussu nógv eigur átrúnaður at fylla í tí nýmótans samfelagnum? Er tað í lagi at bjóða átrúnaðinum av? Hví eru tær átrúnaðarligu kenslurnar viðkvæmari enn tær demokratisku?
Eftir framløguna fara fólk við pallborðið at seta honum spurningar, og eisini verður møguleiki hjá gestunum at spyrja.
Skírisdag 5. apríl verður Bente Dalsbæk í Miðlahúsinum. Hennara fyrilestur fer at snúgva seg um, hvussu tað er sum donsk kvinna at gerast partur av einari muslimskari familju. Vermóðurin er ein eldri trúgvandi muslimur. Hon fer at greiða frá, hvussu tað er at liva í einum tvørkulturellum hjúnarbandi. Eftir framløguna verður kjak um leiklutin hjá kvinnunum og javnstøðu.
Bente Dalsbæk er 40 ár, útbúgvin løgfrøðingur, og hon starvaðist 10 ár í Fólkatinginum. Í heyst skrivaði hon bókina "Med underkop - livet med min muslimske svigermor".
Naser Khader er 43 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur sitið á Fólkatinginum síðan 2001 fyri Radikala flokkin, og hann hevur skrivað fleiri bøkur, har hann millum annað viðger islam og fólkaræði.