Jákup Martin Joensen og EB/Streymur eiga í dag fyri síðstu ferð í ár heimadyst. Tað er vist, at heimavøllurin hjá EB/Streymi í 2023 verður í Hólmanum á Eiði. Um tað verður við Jákupi Martin Joensen við stýrisvølin er ikki avgjørt.
Mikukvøldið tapti EB/Streymur 3-0 á heimavølli í útsetta dystinum ímóti 07 Vestur. Tað vóru teir í EB/Streymi ógvuliga vónbrotnir av. Teir kendu seg ikki hava marginalirnar á sínari síðu. Tapið bar við sær, at møguleikin at vinna europeisk atgongumerki nú er rættiliga kámur.
-Í dag er tað KÍ í Streymnesi, og leygardagin verður tað Víkingur í Gøtu. Tað vil siga, at tað í tveimum teimum síðstu umførunum eru tey bæði ovastu á talvuni, sum vit hitta. Og vit halda okkum hava møguleika at vinna stig bæði ímóti KÍ og Víkingi. Sum sagt so mangan fyrr í ár, so hava vit møguleika ímóti øllum, tá ið vit eru í bestu útgávuni, og vit kunnu tapa ímóti øllum, tá ið tað ikki stemmar so væl, staðfestir venjarin hjá EB/Streymi.
Tveir spælarar hjá EB/Streymi eru skaddir. Teir eru framrættaði Jacob Andersen og verjuspælarin Ragnar B. Danielsen. Dysturin mikukvøldið var dýrur fyri EB/Streym. Umframt 3-0 tap ímóti 07 Vestur bóru kort við sær, at spælarar eru leikbannaðir í dag.
Miðvallarin Bogi Reinert-Petersen sá beinleiðis reytt kort. Hann er leikbannaður bæði í dag og leygardagin í Sarpugerði. Verjuspælarin Árni G. Olsen sá gula kortið fyri sjeyndu ferð og er tískil leikbannaður í dag.
Meðan EB/Streymur hevur 35 stig og tað ikki sær so ljóst út í sambandi við altjóða luttøku, so hevur KÍ fyri fleiri vikum síðani tryggjað sær FM heitið. Í dag hava klaksvíkingar møguleika at taka stigametið. Tað eigur HB, sum í 2018 vann FM við 73 stigum. KÍ hevur 71 stig, og um tað eydnast at vinna í dag, lyfta FM vinnararnir í 2022 seg upp á 74 stig.
Árni Frederiksberg er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í 1-0 heimasigrinum ímóti HB. Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur brotið fótin.
-Hóast FM heitið er innanborða, so hava vit fult fokus á einstøku avbjóðingunum. Umframt at vinna FM ætla vit okkum at vinna steypafinaluna og harvið greipuna, og um vit skulu avrika væl í finaluni, so er neyðugt, at vit hvørja ferð eru uppsettir, og tað fyrireika vit okkum at vera bæði í Streymnesi og næsta leygardag á heimavølli ímóti Skála, sigur Agnar Prestá hjálparvenjari hjá KÍ.
20. mars vann KÍ 2-0 við Margáir, og tá ið EB/Streymur 27. mai var í Klaksví, vann heimaliðið 3-0.