KÍ er í nýggjari útgávu

Víkingur bjóðar klaksvíkingum meiri av, enn nakað lið hevur gjørt higartil í ár

Líkindini eru av teimum fagrastu í Klaksvík, har tað í kvøld er toppdystur í bestu fótbóltsdeildini.

 

Alex Troleis bríkslaði fyri fyrstu ferð klokkan 18.30, og fyrsta korterið hevur spælbýtið verið rættiliga javnt.

 

Víkingur hevði fyrsta málmøguleikan, tá ið bólturin varð lagdur fram úr vinstru, og Martin Klein Joensen, sum er fremsti maður, var um reppið við høvdinum at stýra bóltin í málið. Síðani hevur KÍ verið meiri á bóltinum, tað hava verið onkrar royndir, og nú var besta KÍ álopið, tá ið Patrick Da Silva legði flatt innfyri, og Páll A. Klettskarð við handara stólpa var um reppið at fáa bóltin í málið.

 

Liðið hjá Víkingi sær soleiðis út, sum tað hevur gjørt seinastu ferðirnar. Einasta broytingin er, at Bergur Gregersen, sum fyri stuttum aftur fór at spæla við Víkingi, eftir at hann síðani síðsta summar hevur verið í Danmark, er vongverji í vinstru. Ingi Jonhardsson, sum higartil í ár hevur røkt leiklutin í vinstru, varð borin skaddur av vøllinum sunnudagin. Hann er tó á listanum hjá Víkingi í kvøld.

 

KÍ liðið er meiri broytt enn liðið hjá Víkingi. Deni Pavlovic, sum hevur verið skaddur, er vongverji í høgru, har hann heldur serliga vakið eyga við vandamikla Olaf Bárðarson, René S. Joensen er í vinstru, har hann og Jóannes Bjartalíð skiftast um leiklutirnar á miðvøllinum og framrættað í vinstru.

 

 

 

KÍ – Víkingur kl. 18.30

 

Dómari: Alex Troleis

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Deni Pavlovic, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Jákup Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, René S. Joensen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen