Áki er úti allan februar

Tað var ein álvarsligu smeitur, sum VÍF var fyri, tá Áki Olsen noyddist av vølli móti dystarenda seinasta mikudag. Í øllum fagnaðinum um sigurin á Kyndli - og harvið finaluplássinum - varð ikki roknað við, at talan var um nakran álvarsligan skaða, men tað var tað so kortini.
Sunnudagin sást Áki soleiðis ganga millum áskoðararnar til dystin móti Kyndli, og støðan verður helst tann sama í einar fýra til fimm vikur afturat. Eitt brot í beininum undir vinstra eyga hevur við sær, at tað ikki er hugsingur um at spæla fyribils. Møguliga fær skotsterki bakkurin tó verið við seinastu avgerandi dystirnar, men fyri fyrst er ikki nógv annað at gera, enn at hava tol.