KÍ er um at missa takið

Betri deildin kvinnur: Víkingur vann á KÍ, sum nú hevur tapt fyri aðru ferð í ár

Við einum teprum 1-0 sigri á verandi føroyameistarunum úr Klaksvík, sær nú út til, at Víkingur stríkur avstað í oddanum í Betrideildini hjá kvinnum, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Bara ein dystur í Betrideildini hjá kvinnum hevur verið á skránni um vikuskiftið. Í Sarpugerði í Norðragøtu var veruligt oddabrak millum nummar 1 og 2, Víking og KÍ, sum undan dystinum høvdu ávikavist 26 og 25 stig.

 

Og við einum teprum 1-0 sigri til ljósabláa heimaliðið, staðfesti Víkingur sína støðu sum oddalið í fremstu deildini hjá kvinnum. Einasta málið í dystinum skoraði Jens Tórolvsdóttir, tá hon í 54. minutti setti bóltin í netið. Hinir tríggir dystirnar í Betrideildini hjá kvinnum hetta umfarið verða spældir seinni í vikuni, og síðst í mánaðinum.

 

Samandráttur frá dystinum sæst við at trýsta HER.

 

Týskvøldið klokkan 18:00 fær NSÍ vitjan B36, og leygardagin klokkan 12:00 tekur Skála ímóti FC Hoyvík undir Mýruhjalla. Fjórði dysturin verður á ólavsøku, sunnudagin 28. juli, tá HB fær vitjan av TB/FCS/Royn.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 Víkingur119206626429
2 118125655125
3 NSÍ107216485623
4 HB1051438122616
5 B36104152722513
6 TB/FCS/Royn10217860-527
7 FC Hoyvík10118381-784
8 Skála ÍF10019476-721