KÍ fall fyri trimum brotsspørkum og tveimum reyðum kortum

Hóast teir í 1. hálvleiki fingu mál ímóti eftir sera ivasamt brotsspark, so megnaðu FM vinnararnir inntil síðstu lítlu løtuna at varðveita fjórði besta felagið í Fraklandi undir trýsti

Portugisiski dómarin, sum klaksvíkingar ikki kendu at vera teimum vinarligur, hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Lille. Máltalvan sigur 3-0, og harvið er tað greitt, at Lille, ið er á fjórða plássi í fronsku kappingini, fer at halda fram í Europa Conference League sum vinnari av bólkaspælinum. Saman við Lille fer Slovan Bratislava at halda fram í kappingini.

 

Øll trý málini vórðu skorað við brotsspørkum, og tað var heilt sjónskt, at KÍ spælararnir vóru sera misnøgdir við portugisiska dómaran, sum annars plagar at vera óførur at døma brotsspark. Tá ið hann eftir lítlari løtu fram ímóti dystarenda tvær ferðir bríkslaði fyri brotssparki og tvær ferðir hevði reyða kortið á lofti, vóru teir bláu og hvítu troyttir og stak vónbrotnir.

 

Serliga fyrsta brotssparkið kendist at vera dyggur smeitur, tí tá var KÍ í málmøguleikum greitt omaná. At tað fram ímóti dystarenda varð bríkslað fyri tveimum brotsspørkum aftrat, og at bæði Jóannes K. Danielsen og Jákup B. Andreasen vórðu vístir av vøllinum, tí teir høvdu sæð gula kortið tvær ferðir, var ógvuliga harmiligur endi á væl eydnaðum kappingarári.

 

Hetta var síðsti dystur hjá føroyskum fótbóltsfelag í ár, og hóast teir taptu 3-0, so hava føroysku meistararnir onga orsøk at hanga við høvdinum orsakað av avrikinum í kvøld.

 

At teir eru vónbrotnir av úrslitinum er lætt at skilja. Hóast heimamenninir vóru meiri á bóltinum, so var tað serliga í 1. hálvleiki, at KÍ spældi seg til fleiri heilt góðar málmøguleikar. At tað ikki eydnaðist at skora komst av, at málverjin hjá heimaliðnum vardi so væl, eitt nú tá ið Vegard Forren, sum aftur í kvøld var sannur brandur, eftir 17 minuttir smekkaði til, men málverjin stórbjargaði. Støðan stóðst eftir langt innkast frá Árna Frederiksberg í høgru.

 

Áðrenn tað var Árni Frederiksberg í heilt góðari støðu. Vegard Forren spældi fram í vinstru til Sivert Gussiås, sum vann rennikapping og spældi mitt fyri til Árna Frederiksberg, ið var tuskaður í góða støðu, men hann var so mikið trýstur, tá ið hann royndi við skoti, at bólturin varð blokeraður, og so var tað í 23. minutti, at KÍ vann fyrsta hornasparkið í høgru. Tað endaði við, at Heini Vatnsdal við høvdinum sendi bóltin í tvørtræið.

 

Heimaliðið var um reppið í fyrsta minutti og eftir lítið sannførandi KÍ verjuspæl at seta hol á, men bólturin tók í stólpan, áðrenn verjan ruddaði burtur.

 

Og so var tað í 27. minutti, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum eingin spælari sá út til at síggja. Dómarin metti, at Odmar Færø uttarlaga í brotsteiginum hevði skumpað ein mótstøðumann so mikið harðliga, at tað var neyðugt at bríksla fyri brotssparki.

 

Inntil tað restaðu færri enn fimm minuttir, var KÍ liðið væl skipað í verjupartinum, og møguleikin fyri kontra lúrdi alla tíðina. Eisini var tað alla tíðina vandamikið frammanfyri Lille málið, tá ið málverjin royndi at finna liðfelagarnar, og klaksvíkingarnir flokkaðust í Lille brotsteiginum. 

 

Eftir steðgin gekk meiri fyri seg á KÍ hálvuni, men teir bláu megnaðu at varðveita organisatiónina, og møguleikin fyri, at tað fór at eydnast at javna, lúrdi alla tíðina. Besta møguleikan fekk Páll A. Klettskarð lítla løtu, eftir at hann varð skiftur inn, men hann fekk ikki tamarhald á bóltinum eftir innlegg úr vinstru frá innskifta Ahmed Latif.

 

So var tað, at portugisiski dómarin megnaði hattrikk í ivasomum brotsspørkum, og KÍ misti tveir av lyklaspælarunum.

 

Nú verður spent frá í Fraklandi inntil leygardagin. Hóast størsta tapið í Europa í ár, so eiga teir og tey í KÍ ferðalagnum at hava orsøk at njóta jólahýrin í Fraklandi, tá ið vónbrotið um hetta úrslitið hevur lagt seg.

 

Úrslitið var eitt vónbrot, men avrikini og gongdin í Europa hevur verið hugalig, og KÍ fjepparar og føroyskur fótbóltur er longu farin at gleða seg til næsta summar.

 

 

 

Lille – KÍ 3-0 (1-0)

 

1-0: Yusuf Yazici br 29.

 

2-0: Angel Gomes br 87.

 

3-0: Edon Zhegrova br 96.

 

Dómarakvartett úr Portugal: António Nobre, Paulo Brás, Pedro Martins og Helder Filipe (4. dómari)

 

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Deni Pavlovic, 59.), Heini Vatnsdal (Børge Petersen, 59.), Vegard Forren, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Ahmed Latif, 72.) – Sivert Gussiås (Páll A. Klettskarð, 80.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hannis Matras, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Silas Gaard, Jákup N. Vilhelmsen, Jóhan Josephsen

 

Gult kort: Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen

 

Reytt kort: Jóannes K. Danielsen 85. (2 gul kort) og Jákup B. Andreasen 94. (2 gul kort)

 

Venjari: Magne Hoseth