KÍ handverkið stóð royndina

Hóast heimaliðið í Sørvági legði bragdliga fyri og frammarlaga á vøllinum órógvaði uppspælið hjá toppliðnum, so vunnu klaksvíkingar 3-0

Í dag var KÍ í Sørvági, og aftur í dag fóru klaksvíkingar av vøllinum við fullari úrtøku.

 

Eftir 10 umfør hevur KÍ framvegis fulla úrtøku, og tvífalda meistaraliðið er upplagdur favorittur at vinna triðja FM heitið á rað. Tað eru seks stig aftur til næsta avbjóðaran, sum er B36. Mikukvøldið verður tað toppdystur millum KÍ og B36 í Klaksvík. Tað kemst av, at hesi bæði liðini í summar skulu luttaka í europeiskum kappingum. Tí er hesin dysturin, sum annars er í 16. umfari, framskundaður.

 

07 Vestur legði bragdliga fyri, og tað órógvaði uppspælið hjá KÍ.

 

-Vit høvdu lagt ráð um, at vit í løtum ætlaðu at leypa á frammarlaga. Um vit bara bíðaðu á egnari hálvu, so vistu vit, at teir fóru at fáa greiða yvirvág. At vit bjóðaðu av á teirra hálvu, bar við sær, at talan var um javnan fyrra hálvleik, hóast teir vóru frammanfyri 2-0, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Eftir steðgin vísti tað seg at vera fyrimunur fyri teir, at teir, sum verða skiftir inn, hava sama støðið, sum teir hava, ið fóru av vøllinum, sigur 07 Vestur hjálparvenjarin Tór-Ingar Akselsen við midlar.fo.

 

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen ásannar, at talan var ikki um so stóran mun á liðunum í fyrra hálvleiki.

 

-At teir vóru so ágangandi bar við sær, at vit høvdu ilt við at finna rútmuna í spælinum, og tað órógvaði. Vit avráddu í steðginum, hvussu vit í seinna hálvleiki skuldu loysa hetta, og tað eydnaðist væl, sigur KÍ liðformaðurin.

 

Jákup B. Andreasen varð í fyrstu syftu skrásettur fyri fyrsta KÍ málið. Árni Frederiksberg legði neyvt og hart og við hornasparki innfyri úr høgru, og bólturin endaði í málinum.

 

-Eg kann gott átaka mær at hava skorað málið, men tað var meiri, at eg órógvaði verjuspælaran, sum snittaði bóltin, so hann fór í málið. Talan var tí um sjálvmál, greiðir Jákup B. Andreasen midlar.fo frá.

 

Tá var eitt lítið korter farið, og tíggju minuttir seinni var tað um reppið, at 07 Vestur javnaði. Jaspar Van Der Heyden vann bóltin miðskeiðis á KÍ hálvuni og eitt vet til høgru. Hann vendi sær á og royndi við skoti, og bólturin sigldi omanfyri uttarlaga KÍ málverjan, men eisini omanfyri málið.

 

Fimm minuttir undan steðginum var Árni Frederiksberg aftur upp á spæl. Páll A. Klettskarð átti uppleggið, og Árni økti um leiðsluna til 2-0.

 

Tíggju minuttir undan leikloki varð trivaligi KÍ sigurin staðfestur. Aftur átti Árni Frederiksberg stóran leiklut, tá ið hann fram eftir miðásinum stakk bóltin til Claes Philip Kronberg, sum rann inn úr vinstru og skoraði.

 

Hjá 07 Vestur rakti tað meint, at Uros Stojanov ikki var tøkur, tí hann í gjár undir venjing varð skaddur. 

 

 

 

07 Vestur - KÍ 0-3 (0-2)

 

0-1: sjálvmál

 

0-2: Árni Frederiksberg

 

0-3: Claes Philip Kronberg