KÍ hevur vunnið 19 teir seinastu dystirnar móti EB/Streymi

Vit skulu næstan sjey ár aftur fyri at finna seinasta sigurin hjá EB/Streymi á KÍ

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur tekur móti KÍ.

 

Hagtølini tala greitt fyri, at KÍ vinnur dystin í kvøld.

 

Tær seinastu 19 ferðirnar liðini hava møtst í bestu fótbóltsdeildini hevur KÍ vunnið hvørja ferð. 

 

Í sjey av hesum 19 dystunum hevur KÍ tó bert vunnið við einum máli. 

 

Vit skulu heilt aftur til 6. august í 2017, tá EB/Streymur á heimavølli við Margáir vann 2-1 á KÍ.

 

Her síggjast úrslitini millum EB/Streym og KÍ í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum, umframt oddsini sum altjóða veddingarfyritøkur lótu til hesar dystirnar:

 

##med2##

 

Savnsmynd