KÍ-kvinnur 16 stig á odda

KÍ vann í kvøld tryggan sigur á B36/AB og nærkast FM í stórum

 

KÍ kvinnur skulu hava trý stig afturat, so er 17. meistaraheitið á rað tryggjað.

Um vikuskiftið vann KÍ ímóti einastu veruligu avbjóðarunum, felagsliðnum EB/Streymi/Skála, og í kvøld vann KÍ ímóti B36/AB.

Dysturin ímillum B36/AB og KÍ í Gundadali í kvøld endaði 4-0 til KÍ. Málskjúttar vóru Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen og Sigrun Sirdal.

KÍ er nú 16 stig frammanfyri EB/Streym/Skála, sum hevur spælt ein dyst færri, og KÍ skal bert hava trý stig afturat í teimum seinastu fimm dystunum fyri at tryggja sær FM-heitið.

KÍ-kvinnurnar fara sunnudagin av landinum fyri at luttaka í Champions League kapping á Kypros.